Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslíkið í summar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.05.2024 - 15:47 Ítrottur Tíðindi

Gleðilig tíðindi fyri føroyskan fótbólt, nú avgerð er tikin um, at ein av vánaligastu vøllunum í Føroyum verður skiftur.

Graslíkisvøllurin í Klaksvík, sum bleiv skiftur á sumri í 2019, hevur verið fyri nógvum kritikki serliga síðsta árið. Hann hevur verið sera nógv slitin og fleiri røddir bæði frá venjarum og leikarum hava eisini verið frammi um, at vøllurin kann hava havt eina ávirkan á, at so nógvir skaðar hava verið. Les m.a. um tað HER

Tað hevur verið ógreitt nær graslíkið fór at verða skift. Í vikuni hevur ljóðað, at nú er avgerð tikin um at skifta graslíkið í summar. Og borgarstjórin Karl Johansen váttar fyri Norðýsinum, at nú hevur býráðið tikið avgerð num at skifta graslíkið í summar.

 


Tilgongdin

- Vit fingu síðsta heyst eitt prei um, at vøllurin var vánaligur, og at tað var ivamál, um KÍ slapp at spæla altjóða dystir á hesum vøllinum í ár. Síðani fingu vit upplýst, at tað bleiv góðkent. Men nú í vár vísir tað seg, at vøllurin er í nógv verri standi, enn man helt. Og skifta vit ikki graslíkið, so er ivamál, um vit fáa vøllin góðkendan til altjóða dystirnar í summar. So hevur man arbeitt við ymiskum loysnum, og ein staðilig áheitan er komin frá KÍ um at skifta vøllin, tí hann er í so ringum standi og at loyvið til altjóða fótbólt standa í vanda. Tí hevur man politiskt tikið avgerð um at vit fara at skifta graslíkið í summar, sigur Karl Johansen við Norðlýsið.

 


Verður skift í juni

Fyrri dysturin í 1. umfari í Champions League verður 9-10. juli. Og graslíkið verður klárt tá, tí arbeiðið verður gjørt í juni, tá KÍ ongan heimadyst hevur millum 1. juni og 29. juni.

- Kommunan hevur valt at skifta graslíkið í summar. Arbeiðið við at skifta vøllin verður gjørt í juni. Tí KÍ spælir á Norðoyastevnu 1. juni, men hevur so ikki heimadyst aftur fyrr enn 29. juni, so har liggur fyri, sigur Karl.

 


Sama sum í Sarpugerði

- Vit eru í samráðingum við onkran veitara. Ynski er um at fáa sama slag av graslíki sum m.a. er í Sarpugerði í Norðragøtu og tað verður allarhelst sama slag. Tann vøllurin fær sera góð skoðsmál frá leikarum. Hetta er eisini eitt nógv meira umhvørvisvinarligt graslíki í mun til tað, sum vit hava í dag, sigur borgarstjórin.

 


3,7 milliónir

- Samlaði prísurin kemur væntandi at liggja um 3,7 milliónir. FSF hevur eina fasta stuðulsavtalu fyri at skifta graslíkið, har FSF stuðlar við 600-700.000 kr.

 


Ljósviðurskiftini

Til seinast spyrja vit borgarstjóran, hvussu er við ljósviðurskiftunum í Klaksvík, sum komu fyri nøkrum árum síðani, tí fyri at fáa loyvið til altjóða dystir eru eisini krøv til ljósviðurskiftini, sum skulu hava eina avísa styrki. Sum skilst hava tey fingið skaða gjøgnum hørðu vetrarnar og hava ikki somu ljósstyrki nú sum tá tey vóru nýggj. Borgarstjórin sigur, at tað er ein avbjóðing at hava góð ljósviðurskiftir í slíkum hæddum til slíkt veðurlag, men hann hevur ikki fingið nakra kunning um, at ljósini ikki liva upp til neyðugu krøvini og dugur tí ikki at siga meir um tað í løtuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing