Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Úrslitini tala fyri uppsøgnini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.04.2024 - 16:39 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eftir, hví KÍ valdi at uppsiga venjaran í gjár.

Í gjár boðaði KÍ frá, at samstarvið við venjaran Haakon Lunov var steðgað. Høvuðsorsøkin var vantandi úrslit, sum eisini stóð í tíðindaskrivinum. Ein avgerð sum ikki tykist verða komin óvæntað á fótbóltsáhugaðar føroyingar.

Eitt annað sum helst hevur talt er, at eingin framgongd var at síggja frá fyrstu tíðini og fram til nú. Tað hevur bara verið á heimavølli móti nr. 9 og 10, B68 og ÍF, at KÍ hevur vunnið sannførandi sigrar. Og av teimum síðstu trimum dystunum hevur KÍ tapt tveir, so onga ábendingar vóru um, at nøkur vend var í væntu. Tí valdi KÍ fyri fyrstu ferð í 11 ár at siga ein venjara upp í úrtíð.

Hyggja vit eftir úrslitunum, so hevur KÍ tapt fýra av teimum átta skrásettu dystunum higartil. Og vit skulu aftur til kappingarárini 2018 og 2015 fyri at finna ár, har KÍ hevði verri úrslit fyrstu tíðina. Í 2015 endaði KÍ á 5. plássi við 41 stigum og ein slík forsøgn livir ikki upp til málsetningarnar hjá KÍ, sum hevur nógv tann dýrasta hópin í deildini.

KÍ hevur søguliga sæð bara 5 % møguleika fyri at vinna FM eftir slíka byrjan, og tí eru tað altjóða kappingarnar í summar, sum nú helst hava hægstu raðfesting, meðan liðið skal fáa eitt Europapláss í landskappingini. Við at skifta venjara nú, ið tó helst kann taka eina tíð eftir miseydnaðu skundavgerðina í januar, fær tann nýggi venjarin tíð til at finna seg til rættis og eisini verður eitt flytingarvindeygað, ið letur upp 15. juni, sum gevur KÍ møguleikar at styrkja seg eftir eitt flytingarvindeygað í vetur, sum eins og væntað hjá mongum almennum viðmerkjarum, var eitt stórt vónbrot.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl