Lýsing
Lýsing
Ein góð jólagáva frá Trølla Pæturi
Seinastu 10 árini hava Trølla Pætur og garvilla omma hansara, verið so ófør, at tey hava givið út heili 4 filmar
Nú hava tey savnað allar hesar filmar í eina dós, sum tey kalla "Mítt fyrsta Trølla-savn".
Flest øll av okkum kenna og hava hugnað okkum saman við filmum sum ”Hon er omma mín” og ”Hvar er Nósi”, sum komu út á vhs bandi, og hvør hevur ikki flent og glett seg saman við ”Jólini hjá Trølla Pætur” og síðst, men ikki minst, ”Trølla Pætur og Mafian”, sum varð útgivin á 5 ymiskum málum. Nú hava vit øll møguleika at ognað okkum allar filmarnar hjá Trølla Pæturi og Ommuni í eini og somu dós.
Niclas Heri Jákupsson, sigur í stuttari viðmerking, at Trøllasavnið ikki er prentað í eins nógvum eintøkum, ið annars vanligt hevur verið – og at hetta framúr filmssavnið fæst á øllum Magn støðunum kring landið
Frá fríggjadegnum 4. desember og fram til jóla ber til at ogna sær hesa dós á øllum Magn-støðunum í Føroyum og leygardagin 5 desember fara trøllini at hava konsertir og skriva autografar á hesum Magn-støðum:
• Magn í Klaksvík kl. 11.00,
• Magn í Gøtudali kl. 14.00
• Magn við Ringvegin kl. 17.00.
Trølla Omman sigur at enda, at hon gleðir seg at heilsa uppá øll børnini, og at tey skulu fáa rock and roll fyri allar pengarnar !
Seinastu tíðindini