Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum avhoyrast aftan stongdar dyr í dag

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.12.2017 - 14:32 Politikkur Tíðindi Vinna

Sambært Kristinu Samuelsen, advokati, verður Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, avhoyrdur í dag uttan at fjølmiðlar og almenningurin hava atgongd til avhoyringarnar. Hetta verður gjørt eftir at Fiskimálaráðið hevur gjørt av at trúnaðarstempla fleiri skjøl.

Beint áðrenn middag skrivaðið kanningarstjórin soleiðis til Norðlýsið:

- Eg havi nú fingið fráboðan um, at Fiskimálaráðið vil endurskoða trúnaðarfrámerkingina av skjølunum, men at hetta ikki verður liðugt áðrenn avhoyringina í dag. So skjótt eg havi fingið afturboðan frá Fiskimálaráðnum, um hvørji skjøl framhaldandi eru trúnaðarfrámerkt, kann eg taka støðu til um tað ber til, at áhoyrarar kunnu sleppa við til avhoyringarnar av landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum og løgmanni. 

Aðalstjóri gevur frágreiðing aftan stongdar dyr

Sambært kanningarstjóranum verður aðalstjórin í Fiskimálaráðnum avhoyrdur í dag, men tað verður aftan stongdar dyr, tí Fiskimálaráðið klarar ikki at endurskoða trúnaðarskjølini áðrenn avhoyringarnar í dag:

- Í dag er tað Rógvi Reinert, aðalstjóri, sum verður avhoyrdur. Tey sum eru avhoyrd eru Andras Kristiansen, Jens Helgi Toftum, Rúna Guttesen og Elmar Højgaard.

Sostatt hevur kanningarstjórin avhoyrt øll tey mest týðandi embætisfólkini undir fiskimálaráðnum aftan stongdar dyr og uttan nakra almenna kunning.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…