Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Verden vil bedrages!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  11.12.2017 - 08:28 Bloggur Tíðindi

Soleiðis plagdu tey gomlu at taka til, og tað er ikki sørt, at er nakað um tað! Í øllum førum, so tykjast lygnarar og ørvitisskøltar og psykopatar at hava haft rættuliga lætt við at sleppa framat í landanna leiðslum. Ikki bara í gomlum døgum, men eisini í nýggjari tíð.

Teir, sum ráða fyri borgum í Afrika eru, og hava í fleiri førðum verið ørvitisknokkar á hægsta stigi – Amin, Ghadaffi og Tutu, saman við fleiri øðrum. Í Miðeystri hevur støðan heldur ikki verið frægari –Saddam og núverðandi eygnalæknin (forsetin) í Sýriulandi.

Í Kina og í Russlandi hava tey í okkara tíð havt stórstu og mest kynisku hópdrápsmennirnar nakrantíð. Hitler er væl ræðumyndin frammum allar um okkara leiðir, sum megnaði at tveita torvmold í eyguni á einari av heimsins mest frammkomnu mentanum. Mussolini og Franco eru aðrar ræðumyndir. Og ikki at gloyma øll bølmennini á Balkan, fyri bara at nevna nøkur. Søgan ýður av ørvitisknokkum á ovastu rók.

Nakrir av forsetunum í USA hava eisini verið totalt ”klikkaðir”, og núverðandi forsetin har yviri er helst hin fremsti teirra millum (hann hevur kortini fleiri viðhaldafólk í Føroyum, per capita, enn nakra aðrastaðnis! Sigur tað nakað um føroyingar?). Søgufólk vilja vera við, at onkrir av stjórnarleiðarunum í Danmark í nýggjari tíð hava heldur ikki verið sørt ”groggy”, hóðast talan samstundis var um sera dugnalig fólk.

So kann ein sjálvandi spyrja, hvussu hesir mennir eru slopnir frammat. Hesum noyðast klókari fólk enn eg at svara uppá. Men, eg loyvi mær tó at siga, at tað er munur á at koma sær framat í teimum londum, har demokratiið ikki hevur fingið fótafestið, og at koma sær framat í teimum demokratisku londunum.

Núverðandi amerikanski forsetin er eitt erkadømi um, at í einum demokratii ber tað til um tú hevur nóg mikið av peningi til at keypa fjølmiðlarnar við, og um tú ert nóg ósmæðin, tá tað snýr seg um at lúgva fyri allari tjóðini.

Um tú sjálvur trýrt tínum egnu lygnum, so kanst tú fáa fjøldina til at trúgva tær., og so ber til at gerast landsins leiðari. Tí, sum longu nevnt: Verden vil bedrages!

Hitler lovaði týska fólkinum bjarging úr m.a. arbeiðsloysinum, um tey bara beindu fyri jødunum, sum hann segði at vera orsøkina til alla neyðina og allar trupuleikarnar í Týskalandi tá. Vit vita at tað var ein erka lygn, men hetta uppplýsta og mentaða fólki trúði honum kortini!

Núverðandi amerikanski forsetin lovar amerikansku arbeiðara- og miðalstættini betri kor við at geva teimum ríkastu skattalætta, og við at byggja garðar kring USA. Men, eisini tað er ein lygn, tí gevur tú teimum ríku skattalætta, so fer tað mesta av vinninginum í skattaskjól og til luksusvørur. Meðan, gevur tú teimum lægst løntu meiri pening millum hendurnar, so brúka tey hann straks til neyðsynjarvørður- og tænastur í nærumhvørvinum, sum skapar arbeiði og framgongd beinanvegin.

Søguliga hevur tað sjálvdan loyst seg at byggja múrar kring lond, og tey sum hava framt terroratsøknir í USA,  eru als ikki nýkomin til lands, men vóru, í veruleikanum, væl etableraði í landinum.

Hann hevur á sjónbandi váttað, at hann heldur tað vera í lagi, at menn gramsa uppiá konufólki, men fordømir alment, teir ið gera tað. Hann hevur sjálvur triðju konuna, umframt alt umvegis, men hálovar hjúnabandið. Í hansara privatlívi er moralur bara eitt orð í orðabókunum, meðan hann samstundis forfjónar samkynd.

Hann hevur sent fleiri arbeiðspláss av landinum enn tey flestu, samstundis sum hann háðar tey, ið hava gjørt tað sama. Hann er farin á húsagang níggju ferðir (tað er forrestin ongin skomm í USA!), og kundi bara fáa ivasaman russiskan kapital til at fóta sær aftur við. Kortini vil hann hava handilsgyrðingar.

Við at flyta amerikansku sendistovuna til Jerusalem og taka pengar frá allari familjuplanlegging í Afrika, rekur hann kyniskan lokalpolitikk í USA á altjoða støði, kosta hvat tað kosta vil. Mannalív og mannalagnur fyri atkvøður!

Men, tey gudiligu í Føroyum tilbiðja kortini bedragaran úr USA, tí hann trýstir á teir røttu gudiligu knøttarnar, og tí at Verden vil bedrages!

 

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald