Lýsing
Lýsing
Lýsing

Belgiskur leikari við KÍ-hópinum ímóti HB ídag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.07.2003 - 10:23 Eldri tíðindi

Í gjár, sunnudagin, kom 20 ára gamli Kenny Van Hoevelen úr Belgia til Klaksvíkar at royndarleika saman við KÍ og hann skal royna seg ídag í vinardystinum ímóti HB.

Vit hittu Kenny Van Hoevelen á sjómansheiminum fyrrapartin, har hann býr við unnustu síni. Kenny sigur, at hann aftaná ein dyst við líði sínum í Westerlo fríggjadagin fekk at vita, at hann skuldi til Klaksvíkar at leika saman við KÍ í vinardysti ímóti HB.
Eg kenni onki til føroyskan fótbólt. Men eg havi latið mær fortalt, at her arbeiða menn um dagin og venja um kvøldarnar, tað er annarleiðis enn hjá okkum. Eg eri við í professionella hópinum heima og vit venja tí tvær ferðir um dagin.
Kunstgrasundirlagið kenni eg heldur onki til. Tað vil siga at eg einaferð havi roynt at leikt á kunstgrasvølli, tað er alt, so tað verður ein stór uppgáva hjá mær ídag at vísa, at KÍ eigur at gera ein sáttmála við meg, flennir lítillætni belgiumaðurin. Kenny Van Hoevelen dámar best at leika í miðverjuni og tað verður helst har KÍ fer at royna hann ídag. Sum skilst er Kenny Van Hoevelen komin higar ígjøgnum umboðan av Jákup í Stórustovu.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ kvinnur og Víkingur
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Bjørn Eidsvåg í Løkshøll - tónleiku­rin s…
SÍ fekk bank – vaknaði og vann, men tapt…
Ein ovurfegin formaður takkaði alt og øl…
Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.3…
Toppdystur í Klaksvík sunnudagin
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini