Lýsing
Lýsing
Lýsing

SÍ fekk bank – vaknaði og vann, men tapti gullsettið, og Mjølnir gjørdist føroyameistari sætta árið á rað

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  28.04.2024 - 08:01 Ítrottur Tíðindi

Gullbóltin langaði eingin annar enn Mateusz Pazgan gjøgnum blokkin hjá SÍ og í gólvið, og so hevði Mjølnir vunnið 15-9. – Og sítt sætta føroyameistaraheiti á rað.

 

Føroya Tele-deildin, menn:

Seinna FM-finalan:
Mjølnir – SÍ 2-3  (25-19, 25-17, 18-25, 22-25, 17-19)
Gullsett: Mjølnir – SÍ 15-9

Mjølnir vann lættliga fyrstu tvey settini, og líkt var til, at hetta fór at gerast ein av styttru FM-finalunum. Men eftir at Mateusz Pazgan beklaði og fór út í øðrum setti, hevði Mjølnir ilt við at fóta sær, tá SÍ var farið at bíta frá sær í triðja setti. SÍ var eisini omaná í fjórða setti, og týðiligt var, at Mjølnir var merkt av, at póllendingurin sat úttanfyri. Hann kom tó innaftur í fjórða setti; haltandi á øðrum beininum, men var flúgvandi á hinum.

SÍ fekk tveir dystarbóltar við støðuna 12-14 í javnbrótaranum, men Mjølnir javnaði og legði seg framum og hevði føroyameistarabólt við støðuna 15-14. SÍ yvirlivdi eisini annan dystarbóltin, og vann so endiliga settið 19-17 við sínum fjórða dystarbólti.

Og so skuldi føroyameistarin finnast við gullsetti.

Her kom Mjølnir skjótt í góða støðu, tá klaksvíkingar løgdu seg framum 4-1 og 9-4. Kanska var møðin farin at gera um seg hjá 42 ára gamla leikandi  venjaranum hjá SÍ, sum ikki vann líka nógvar bóltar í gullsettinum. Jóhan Arni Elisson Wang hevði longri arm enn bróðurin hinumegin, Jákup Árni, og so var 11-6, og 12-6 gjørdist støðan eftir blokk frá Jóhan Arna. Nú luktaði av gulli, og gullbóltin langaði eingin annar enn Mateusz Pazgan gjøgnum blokkin hjá SÍ og í gólvið, og so hevði Mjølnir vunnið 15-9. – Og sítt sætta føroyameistaraheiti á rað.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Falskar fortreytir, Sjúrður Skaale!
Her rakar verkfallið
KÍ-liðskipa­rin verður ikki tøkur í fimm…
Nólsoyar Páll vann ódnartøk­ini móti Klak…
Verkfall fyri øll arbeiðsøki hjá arbeiða…
Fyrstu ferð í níggju ár: Víkingur er fav…
Alex Sólstein: Minnisbrot
Ægir nýtt met í 4x100 metur frí fyri mix…
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og…
Gongur væl at umvæla svimjihylin
Lea O. Højsted nýtt føroyskt met
Løgtings­skrivstovan vitjaði Varpið
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssundi
Nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík
U15 landsliðið til kapping í Farum
Konsert við Schubert
Kórfagnaður í Mentanarhúsinum
VIDEO: Eg leggi meg eftir at tala beinle…
VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing e…
Ein virkin vika farin aftur um bak
Lýsing