Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ-liðskiparin verður ikki tøkur í fimm mánaðir

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.05.2024 - 19:15 Ítrottur Tíðindi

KÍ-liðskiparin Jákup B. Andreasen hevur verið undir skurð og nú skalt alt lekjast.

Tað var móti EB/Streymi, at Jákup B. Andreasen fór út á børu. Og nú er greitt, at hann væntandi ikki spælir aftur fyrr enn í heyst. Við øðrum orðum má hann binda frið í fimm mánaðar.

- Eg breyt beinið og fekk skaða á fleiri liðbond. Skurðviðgerðin gekk væl. Tað er trupult at meta um, nær eg spæli aftur. Beinbrotið og liðbond skulu lekjast og síðani er uppvenjing. Tað er nokk ikki realistiskt, at eg spæli aftur fyrr enn einaferð í heyst, sum er september-oktober. Tað kann vera eitt sindur fyrr og kann eisini vera seinni, tí tað kemur ann uppá, hvussu uppvenjingin gongur, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið.

Sostatt er hann lagdur afturat langtíðarskaðalistanum, sum frammanundan taldi Hall Hansson, Odmar Færø og Heina Vatnsdal.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her