Lýsing
Lýsing
Lýsing
Starvsfólkini á Løgringsskrivstovuni sótu í vøkru, reyðu og bleytu stólunum í høllini, meðan Andras Sólstein spældi sálmar og onnur stykki á flygelhorn, trompet og cornet. | Mynd: Dávur Winther

Løgtingsskrivstovan vitjaði Varpið

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  10.05.2024 - 17:26 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag vóru 14 av teimum 16 starvsfólkunum, sum starvast á Løgtingsskrivstovuni á vitjan í Varpinum.

Johnhard Klettheyggj, stjóri hevði sett á skrá ein starvsfólkadag í Klaksvík, har tey m.a. fingu ein góðan bita á Kafé Fríðu, sóu Varpið og fingu eina frágreiðing um húsið, og annars hoyra nærri um drúgvu tilgongdina frá hugskoti til nú næstan liðugt hús.

Hallur Markná, fíggjarfulltrúi og skrivari í Fíggjarnevnd Løgtingsins ringdi her fyri, um til bar at síggja Varpið – og tað var ikki hálvtalað orð, so var tað uppá pláss.

Umframt frágreiðing, sum Dávur og Jóhanna stóðu fyri, sóu tey alt húsið og sótu í vøkru, reyðu og bleytu stólunum í høllini, meðan Andras Sólstein spældi sálmar og onnur stykki á flygelhorn, trompet og cornet. Hann eisini greiddi frá muninum á ljóðførunum, og hvat tey vanliga verða nýtt til.

Endamálið við hesum tónleikainnslagnum var eisini at vísa ljóðgóðskuna í høllini. Hetta hugaðu gestunum væl, og tóku tey eisini til hvussu snotilig høllin var, eins og húsið kann nýtast til so mangt ymiskt.

Tey skuldi eisini síggja Christianskirkjuna, Nólsoyar Páls garðin, ganga út í Grøv og síðani fáa ein betri bita, áðrenn leiðin lá aftur til Havnar.

Eitt av stravsfólkunum bedýraði - ávegis út úr húsinum - hesa vitjanina og frágreiðingina sum serstaka, og vildi sleppa inn aftur seinni í summar við einum ørðum ferðalagi – “Jú, sjálvandi tað”, var svarið!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…