Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á miðnátt náttina til týsdag 14. mai fara 4 fakfeløg í verkfall

Her rakar verkfallið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.05.2024 - 20:09 Tíðindi Vinna

Norðlýsið hevur hugt at, hvørji øki verða rakt, nú Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag fara í verkfall.

 

 

Feløgini siga í fráboðan, at verkfallið, sum byrjar kl. 00:00 náttina til týsdag, innan primervinnuna rakar arbeiðsfólk í uppsjóvarvinnuni, alivinnuni og á fiskavirkjum umframt tey, ið fáast við lossing. Jørð- og betongarbeiði verður somuleiðis lagt stilt, eins og vegarbeiði, havnararbeiði og tunnilsarbeiði. 

Í flutningsvinnuni verða trailara-førarar, lastbilaførarar, bussførarar og tangabilførarar ikki til arbeiðis týsdagin og so leingi, verkfallið varir. Sagt varð í fyrstuni, at ruskinnsavningin verður rakt, men Per Martin Gregersen, formaður í Kommunufelagnum, avsannar hetta og sigur, at kommunala sáttmálaøkið ikki verður rakt. Tað merkir, at hvørki SEV ella IRF fara í verkfall.

Starvsfólk í byggivinnuni, vaktarfólk, heilsølufólk, fólk í matstovuvinnuni, hotellvinnuni og goymslustarvsfólk leggja somuleiðis arbeiðið niður frá miðnátt náttina til týsdag at rokna, og eisini arbeiðsfólk hjá landinum. Tað verður við øðrum orðum ikki bert privati sektorurin, ið verður raktur. 

Eisini leggja vaskifólk arbeiðið niður, um tey eru í einum av omanfyrinevndu fakfeløgunum, meðan nevnt verður í fráboðan, at tað einans er galdandi fyri vaskifólk uttan fyri Havnina. Føroya Arbeiðarafelag nevnir í sama viðfangi, at dagrøktarar ikki eru umfataðar.

Tað er ikki heilt greitt, um tað við “bussførarar” meinast allir, men Føroya Arbeiðarafelag skrivar á Facebook, at um tað er umfatað av Busssáttmálanum, so er tað eisini umfatað av verkfallinum. Enn hava SSL/Bygdaleiðir og tær báðar bussleiðirnar ikki boðað frá, um ella hvussu verkfallið rakar tey, men tað kemur helst í næstum.

Ein annar spurningur, sum framvegis er ósvaraður, men sum helst verður svaraður í næstum, er, hvussu leingi stovnar og arbeiðspláss, sum ikki verða vaskað, kunnu haldast opin. 

Gerast skal vart við, at Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki er partur av verkfallinum, tí felagið samráðist fyri seg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nakkur hevði góð 5.300 pund
Konfirmantar heystið 2025
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Er bilurin klárur til veturin?
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Lýsing