Lýsing
Lýsing
Lýsing
Manningin hjá Sjálvstýri í faldaranum við valskránni (tillagað) | Mynd: Sjálvstýri

Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum skal heilt burtur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2026 - 14:10 Politikkur Tíðindi

Sjálvstýri lovar javnvág á fíggjarlógina, at tryggja langtíðarhaldføri, at minka um kommunalu eindirnar (meinast við fækka?), at raðfesta arbeiðarafjøldina, at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum og at lata býlisstuðul heldur enn rentustuðulin. Norðlýsið hyggur her nærri at valskránni hjá Sjálvstýri, sum ikki nevnir ognarskatt.  

Eitt, sum hevur fylt ikki so sørt seinastu mánaðirnar, er spurningurin um ognarskatt, og her er Sjálvstýri helst tann flokkurin, ið hevur mælt sterkast til at innføra ein tílíkan. Tí er hugsandi, at tað fyrsta, veljarin hyggur at, er, um ognarskattur er nevndur í valskránni. Tað er hann ikki. Men tá tað kemur til ognir, so mælir Sjálvstýri til at stuðla teimum, sum leiga, og ikki teimum, sum eiga. Sjálvstýri hevur nevniliga sum punkt 6 í síni valskrá, at leigustuðulin er meira rættvísur.

Eisini sigur Sjálvstýri seg vilja minka um tær kommunalu eindirnar. Í frágreiðandi tekstinum undir pkt. 3 stendur tó, at eindirnar ikki skulu gerast minni, men færri í tali. Og í 1. punktinum sigur Sjálvstýri seg vilja hava javnvág á fíggjarlógini, men síðani stendur, at flokkurin vil hava yvirskot á henni. Og so verður skrivað um at tryggja langtíðarhaldførið vegna demografiskar og búskaparligar avbjóðingar. Hetta er heldur diffust, men vónandi fær flokkurin útdjúpað áðrenn valið.

Munandi meiri ítøkilig er valskráin, tá tað kemur til at steðga mótrokningini hjá arbeiðandi pensionistum. Hana metir Sjálvstýri vera ”vanvirðiliga” og sigur, at pensionistarnir eru eitt aktiv og virðismikil arbeiðsmegi. Tí skrivar Sjálvstýri í sínum punkt 9 í valskránni, at steðgast skal við mótrokning.

Í dag er tað annars soleiðis, at fer inntøkan upp um 61.900 árliga, byrjar pensiónin stigvíst at lækka, og er inntøkan heilt høg, kann pensiónin í prinsippinum fara heilt niður á 0 krónur. Fær Sjálvstýri hetta ígjøgnum til eina samgongusamráðing, fara inntøkuviðurskifti framyvir ikki at hava nakra ávirkan á pensjónsútgjaldið. Tað fer tí at bera til at arbeiða fulla tíð uttan at missa part av pensiónini.

Hartil skal barsilsgjaldið hækka, og allar almennar veitingar vera eftirlønargevandi. Øll valskráin hjá Sjálvstýri kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum