Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri at hjálpa øðrum

SKRIVAÐ: Grímur Sundstein  |  14.03.2026 - 08:23 Tíðindaskriv Tíðindi

Skotski vísmaðurin í búskapi, Adam Smith, orðaði grundreglurnar undir kapitalismuni. Eini vísdómsorð hansara vóru: 'Skalt tú gagna tær sjálvum, mást tú fyrst tæna øðrum.'

 

 

Altso - Er brúkarin nøgdur við tína tænastu, gagnar tú bæði honum og tær sjálvum.

Landið kann taka pening frá tær við skatti, pantifúta, dómstóli, og løgreglu. Men keypmenn og vinnurekandi mugu yvirtala teg fyri at fáa ein handil í lag. Kapitalisman riggar, tá framleiðari, seljari og keypari eru nøgdir.

Kapitalisman er einasta búskaparliga skipanin, ið lønar tær fyri at hjálpa øðrum. Fríur marknaður fostrar samhuga og tokka við at løna teimum, sum veita vørur og tænastur, ið eru øðrum at gagni.

Váðafúsir íverksetarar fáa ikki ágóðan av sínum virksemi, fyrr enn tey hava nøktað ynski og tørv hjá kundunum og rindað starvsfólki sínum teirra løn fyri veitta tænastu.

 

Tað er teirra váði – og okkara gagn.

Í Føroyum hava vit fleiri enn 4.200 skrásettar fyritøkur, harav flestu eru smærri fyritøkur [+4.000] í roknskaparflokki B.

Afturat koma hundratals sjálvstøðug vinnurekandi. Hesar smærri fyritøkur og vinnurekandi eru arbeiðspláss hjá 1000-tals føroyingum [og nú eisini útlendingum].

Av uml. 29.500 løntakarum í Føroyum eru góð 55% ella uml. 15.500 í vinnugeiranum. Av teimum arbeiðir størri parturin í smærri virkjum og fyritøkum.

Tey, ið tæna øðrum, skapa avlop. Men fyri at tað skal eydnast, má íverksetarin skumpa grammleika til viks, seta egnan pening, ognir o.a. trygd í váða fyri at nøkta tín og mín tørv og eftirspurning.

 

Bert við at nøkta tín tørv kann vinnan skapa avlop.

Avlop er sostatt eitt mát fyri, hvussu væl ein fyritøka tænir øðrum. Uttan nøgdsemi hjá viðskiftafólki verður eingin eftirspurningur, einki avlop, og fyritøkan má lata aftur.

Haraftrat er avlopið í vinnuni eisini grundarlag undir nýggjum íløgum, størri útbygging, fleiri arbeiðsplássum, størri útflutningsvirði, meiri avleiddum virksemi.

Hetta seinast nevnda førir til meiri landsskatt og kommunuskatt til at gjalda fyri størri vælferð.

Veljið sterkari vinnulív undir tryggari almennan geira og vælferð.

Veljið Fólkaflokkin og lat vinnuna sleppa til verka.

Grímur Sundstein, Listi A 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag