Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Fotballtransfers

KÍ hevur fingið tilgongd?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.03.2026 - 17:01 Ítrottur Tíðindi

Áðrenn flytingarvindeyga lat aftur hevur KÍ arbeitt við at fingið tilgongd.

Talan er sambært okkara upplýsingum um Jean Carlos De Brito, sum er 30 ára gamal leikari úr Brasil. Hann spælir sum vinstri miðvallarleikari, men hevur eisini onkrar royndir sum vinstri bakkur. Hann hevur síðsta árið spælt í Brasil fyri felagið Guarny Bagé. Hann hevur spælt í fleiri umførum í Skandinavia og er m.a. skrásettur fyri 36 dystir í bestu deildini í Svøríki.

Tó skal hetta takast við fyrivarni, tí tað hevur ikki eydnast okkum at fingið váttað frá KÍ, um hann kom uppá pláss áðrenn kl. 16.00. Tað eru eisini viðurskifti, ið kunnu spæla inn, eftir at freistin er farin, ið gera av, um leikarin kann skifta ella ikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð