Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar Framá við Fólkaflokkinum

SKRIVAÐ: Bill Justinussen  |  13.03.2026 - 16:29 Politikkur Tíðindaskriv

”Hvør av øðrum liva má..” yrktu Oskar Hermansson og Poul Arne Joensen á sinni.

 

 

Verkafólk og vinna, hond í hond, lið um lið

Í samfelagnum liva arbeiðsgevarar av verkafólki og verkafólk av arbeiðsgevarum. Arbeiðsgevararnir seta fyritøkur á stovn við tí fyri eyga at skapa vinning. Við vinninginum og við vinningi fyri eyga gera arbeiðsgevarar íløgur. Íløgur í skip, bygningar, útgerð, vitan og fólk v.m. Endamálið er at vaksa – vaksa um vinningin, um møguleikarnar og um fyritøkuna. Og við vøkstrinum koma fleiri fólk í starv. Sum so aftur skapa størri vinning við sínum hondum og høvdum. Sum so aftur gera tað møguligt hjá arbeiðsgevarum at gera enn fleiri íløgur, sum skapa fleiri arbeiðspláss, sum skapa grundarlag fyri fleiri íløgum, sum so aftur krevja fleiri fólk til arbeiðis.

 

Bruttoskattur skapar ótryggleika

Seinnu árini eru tilfeingisgjøld løgd á vinnuna. Tilfeingisgjøldini verða roknað av søluvirðinum av fiski og laksi. Altso av ovastu linju í roknskapinum. Vanligt hevur verið at skatta vinnuna av avlopinum. Við verandi skipan kann ein fyritøka saktans hava hall og allíkavæl gjalda høgan tilfeingisskatt. Hetta skapar vánaligar karmar fyri okkara vinnulív.

 

Vinnan skal skattast av vinninginum

Fólkaflokkurin sigur, at vit mugu aftur til skipanina, tá vinnan skattaði av yvirskotinum. Tá eru fortreytirnar kendar og tá kann ein fyritøka ikki verða harðliga rakt av skatti.

 

Frið og frælsi at gera íløgur og at vaksa

Um vit venda aftur til siðbundnu skattingina, fer vinnan aftur at økja um íløgurnar fyri at vaksa. Tað kemur at skapa fleiri arbeiðspláss, sum skapar enn meiri vøkstur, sum skapar enn fleiri arbeiðspláss.

 

Saman skapa vit einar størri og ríkari Føroyar – verkafólk og vinna

Vit føroyingar hava øll útlit til at gerast eitt land við ikki bara 55.000 íbúgvum, men í longdini kunnu vit seta nøsina eftir at fjølgast munandi og hvør veit, um vit ikki einaferð verða 100.000 føroyingar her á landi.

Bill Justinussen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum