Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ gjørt avtalu við belgiumannin

SKRIVAÐ: ( John Færø)  |  30.07.2003 - 15:02 Eldri tíðindi

KÍ og Kenny van Hoevelen hava nú gjørt avtalu um, at hann fer at leika við KÍ restina av hesum kappingarárinum. Hetta kom í lag stutt eftir Ólavsøkudystin ímóti HB, har Kenny vísti sera góð fótbóltsevni í miðverjuni hjá KÍ.

Gestur Hovgaard KÍ-formaður upplýsir, at felagið og Kenny van Hoevelen eru komin ásamt um eina avtalu, sum er galdandi restina av hesum kappingarárinum.

Síðani dystin ímóti HB, sum KÍ vann á Ólavsøku, hevur hesin leikarin verið nógv á mannamunni, tí Kenny hugtók áskoðararnar, sum vóru komnir úr Klaksvík á Ólavsøku og at hyggja at dystinum.

Lítil ivi er um, at KÍ her hevur fingið fatur á manni á høgum fótbóltsstøði. Hagtølini stuðla í øllum førum undir ta niðurstøðuna.

Kenny hevur heilt frá ungum víst góð fótbóltsevni, sum gjørdu, at hann skjótt gjørdist partur av teimum yngru landsliðunum hjá Belgiu. Hetta verður undirstrikað av, at hann ikki færri enn 72 (ja, sjeyti tvær) ferðir er úttikin til U-landslið í sínum heimlandi.

Við góðari hjálp frá fótbóltsserfrøðingi hava vit m.a. funnið fram til, at hann í juli mánaða í 2002 var við á belgiska U-17 landsliðnum, sum tá luttók í "European U-17 Championship 2002 – Final Tournament" í Noregi.
Millum luttakandi londini vóru Belgia, Ongland, Týskaland, Spania, Slovakia, Noreg, Tjekkia, Írland.
Kenny var á Belgiska liðinum, sum millum annað leikti javnt móti Onglandi, 1-1, í kappingini.

Hyggja vit so eftir hvørjir javnlíkar hansara eru og hvar teir leika fótbólt, er tað í veruleikanum ótrúligt, at hann er komin at leika við KÍ!
Niðanfyri er leikaralistin hjá Belgia og Onglandi. Leikararnir hjá Onglandi koma úr Liverpool FC, Tottenham, Arsenal og øðrum liðum á tí støðinum.

Squad Lists
BELGIUM
 1.     G      Bram VERBIST                      05.03.83        Germinal B. Antwerpen
 2.     D      Xavier CHEN                         05.10.83        RSC Anderlecht
 3.     D      Kenny VAN HOEVELEN      24.06.83        VC Westerlo
 4.     D      Stijn VANGEFFELEN            08.01.83        St-Truidense VV
 5.     D      Pieterjan MONTEYNE           01.01.83        Germinal B. Antwerpen
 6.     D      Denis DASOUL                      20.07.83        RC Genk
 7.     M      Sebastian HERMANS            03.05.83        Club Brugge
 8.     M      Jelle VAN DAMME               10.10.83        Ajax Amsterdam (NED)
 9.     F      Kevin VANDENBERGH         16.05.83        RC Genk
10.     M      Jonathan BLONDEL              03.04.84        Tottenham Hotspur
(ENG)
11.     F      Stijn JANSSENS                     21.04.83        Lierse SK
12.     G      Sylvio PROTO                        23.05.83        La Louviere
13.     D      Xavier ASSELBORN              10.03.83        Standard Liege
14.     D      Arne HOUTEKIER                  30.06.83        SU Zulte-Waregem
15.     D      Koen VAN DER HEYDEN    04.01.83        KFC Waalwijk (NED)
16.     M      Rory HEGELMEERS             04.04.83        KV Mechelen
17.     M      Gregory SCATTONE             04.02.83        Germinal B. Antwerpen
18.     F      Tony EECLOO                        10.08.83        KV Mechelen
Team manager: Marc VAN GEERSOM

ENGLAND
 1.     G      Lee GRANT                             27.01.83        Derby County FC
 2.     D      Justin HOYTE                           20.11.84        Arsenal FC
 3.     D      Ryan GARRY                           29.09.83        Arsenal FC
 4.     M      Jermaine JENAS                      18.02.83        Newcastle United FC
 5.     D      Glen JOHNSON                      23.08.84        West Ham United FC
 6.     D      Benjamin CLARK                    24.01.83        Sunderland AFC
 7.     F      Jermaine PENNANT                15.01.83        Arsenal FC
 8.     M      Gary O'NEIL                           18.05.83        Portsmouth FC
 9.     F      Dean ASHTON                        24.11.83        Crewe Alexandra FC
10.     M      Stephen COOKE                    15.02.83        Aston Villa FC
11.     F      Jerome THOMAS                    23.03.83        Arsenal FC
12.     F      Carlton COLE                          12.10.83        Chelsea FC
13.     G      Andrew LONERGAN             19.10.83        Preston North End FC
14.     F      Michael CHOPRA                   23.12.83        Newcastle United FC
15.     D      John WELSH                          10.01.84        Liverpool FC
16.     D      Jon OTSEMOBOR                 13.03.83        Liverpool FC
17.     M      Ben BOWDITCH                   19.02.84        Tottenham Hotspur FC
18.     M      Darren CARTER                    18.12.83        Birmingham City FC
Team manager: Martin HUNTER

So er bert eftir at vóna, at Kenny skjótt venur seg við umhvørvið, umstøðurnar og undirlagið, sum leikt verður á her í Føroyum.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ kvinnur og Víkingur
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Bjørn Eidsvåg í Løkshøll - tónleiku­rin s…
SÍ fekk bank – vaknaði og vann, men tapt…
Ein ovurfegin formaður takkaði alt og øl…
Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.3…
Toppdystur í Klaksvík sunnudagin
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini