Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ misti belgiska leikaran á stokkinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  01.08.2003 - 10:36 Eldri tíðindi

Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Gestur Hovgaard, váttar fyri Norðlýsinum at Kenny van Hoevelen er farin av landinum og verður ikki partur av KÍ-hópinum

Tað er eingin loyna at KÍ legði nógvar kreftir í at fáa sáttmála við belgiska miðvallaran, og tí var skuffilsið sera stórt tá miðvallarin varð mistur á stokkinum.



KÍ ikki fingið nakra grundgeving


KÍ formaðurin sigur at teir ikki hava fingið nakra grundgeving um hví Kenny van Hoevelen í seinastu løtu meldaði frá.


”Formelt hava vit onga forklaring fingið.


Vit vit ikki hvat er hent, men tað er greitt at okkurt hevur fingið mannin til at skifta meining.


Hann segði annars við okkum at hann var sera væl nøgdur við viðurskiftini og avtaluna, sum vit vóru samdur um týskvøldi.


Beint fyri miðnátt mikukvøldið høvdu vit samband við hann har vit m.a. boðaðu frá at íbúðin var um at verða klár at flyta inn í.


Hósdagin frættu vit at maðurin hevði stungi í sekkin og var rímdur av landinum, og hetta fingu vit síðani vátta frá Jákup í Stórustovu.”


Meira vildi formaðurin í KÍ ikki siga um málið, men spurgdur um teir høvdu lært nakað av hesum málinum segði hann:


”Eg vil siga tað á tann hátt at hettar er ein staðfesting av at ein fyrst og fremst skal byggja eitt felag á lokalar kreftir!” 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ovurfegin formaður takkaði alt og øl…
Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.3…
Toppdystur í Klaksvík sunnudagin
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku