Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frískúlin 10 ár

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.01.2018 - 10:35 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Tíggju ár eru liðin, síðan Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard á fyrsta sinni lótu dyrnar upp í Frískúlanum í Havn í august 2007. Frískúlin hevur síðani byrjan hildið til á Velbastað í náttúrvøkrum umhvørvi  - í føroya størstu skúlastovu, sum tey plaga at siga. Náttúran er eisini ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, eins og kreativu fakini spæla ein stóran leiklut í undirvísingini.

Frískúlin hevur sum aðalmál at møta barninum, har tað er. Barnið í síni heild skal tí stimbrast í mun til menningarstig, evni og í ávísan mun áhuga. Tað skal fáa hóskandi avbjóðingar og tá krevst eisini at kenna barnið serstakliga væl. Børn eru ymisk og tí má undirvísingin lagast eftir. Summi krevja meiri tíð, eyka frálæru og venjingar enn onnur. Summi gera stór framstig, onnur meir líðandi og nógv gera tað í lopum. Næmingar kunnu vera stinnir í onkrum og veikari í øðrum. Frískúlin í Havn er uppbygdur við hesum í huga, hann viðurkennir ymiskleikan og metir tískil “serligan tørv” at fata um allar næmingar. Stimbran er eitt lyklaorð skúlans.


Frískúlin er elsti og mest royndi frískúlin í landinum og hevur slóðað fyri at aðrir frískúlar eru settir á stovn. 
Í Frískúlanum ganga umleið 40 næmingar í 1 - 6. flokki. Vanliga verða 10-12 næmingar tiknir inn hvørt skúlaár.
Hóskvøldið 11. januar 2018 verður kunnandi fundur í Kaffihúsinum fyri øllum áhugaðum, sum umhugsa Frískúlan sum ein møguleika fyri teirra barn. Á skránni verður kunning um Frískúlan, námsfrøðiliga grundarlagið og gerandisdagin í Frískúlanum. Høvi verður eisini at fáa prát við lærarar, foreldur og næmingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…