Lýsing
Lýsing
Lýsing

Umsiting av sjófeingi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.01.2018 - 12:08 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Í hesum døgum umstillar vinnan seg til nýggju fiskivinnu lóggávuna. Landsstýrissamgongan hevur lagt stóran dent á at fáa útlendingar úr vinnuni. Men nýggja lóggávan gevur nýggjar møguleikar hjá útlendskum stórkapitali.

Upphugsað dømi:

Palli Sjóson, lærari í Hoydølum, hevur orða eina verkætlan og eftir at hava søkt um part av menningarkvotunum,  hevur hann fingið eitt fiskiloyvið frá Høgna Hoydal fyri einki. 

Palli eigur einki skip og hevur ikki ráð til at keypa.

Markus Schmidt úr Týsklandi eigur stórt uppisjóvarskip.

Palli ”leigar” skip frá Markus Schmidt (nývirði á skipið 930.000.000 Dkr.). Tvs hann fær risa lán frá peningastovninum hjá Markus Schmidt, “keypir” skipið og skrásetur tað í Føroyum. 

Skipið er fult útgjørt og klárt til Fiskiskap.

Palli mannar skipið við ES manning úr Eystur Evropa.

Palli ger ein nýggjan “føroyskan” sáttmála við manningina. Ein sáttmálið, sum rinda minstulønina í alttjóða sáttmála, sum Løgtingið hevur góðkent.

Skipið landar í Klaksvík og fiskurin verður koyrdur óvirkaður í nakrar frystibingjur á bryggjuni. 

Allur fiskurin verður seldur til virkingar á virkinum hjá Markus Schmidt í Týsklandi.

Tá kvotan er uppfiskað, verður skipið selt , ja sjálvandi til Markus Schmidt.

Palli Sjóson kundi eisini kanska framhaldandi liva av læraralønini og latið onnur føroyskt reiðaríð fiska kvotuna fyri seg, meðan bankabókin hevði tað gott. Men samstarvið við týska ríkmannin, Markus Schmidt, ger Palla til ein ríkan mann.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja