Tegir ikki heldur enn ritan á Kalsvík
Tað var gamalt at siga um onkran, ið ikki dugur at halda gák við hvørt. Um rytuna (rituna) sigur Mikkjal á Ryggi, at “hon kann kallast ein hagafuglur, sum er lagstur í bjørgini. Í útsjónd, bæði á liti og vakstrarlag er hon meinlík hagafugli og í haganum situr hon stundum í stórum flokkum, men ikki byggir hon uttan í steyrættum bergi.”
Um rytuna skrivar bókin “Fuglar í Føroyum” millum annað, at tey seinastu árini eru fuglafrøðingar samdir um, at rytan er í minkan, serliga í Føroyum og Hetlandi. Tá ið bútíðin ikki er (mars-september), kennir rytan seg óhefta av landi, og tá sæst, at hon er meiri sjófuglur enn hini másasløgini…at rytuflokkar á ferð, flykkjast uppi yvir skipum eftir slógvi, eru eyðkendir bøði innansyndis og uttansyndis”
Tó at rytan enn sæst hanga aftur úr línubátum tá sett verður, so munnu flestu verða samd um, at nógv meira var til av rytu fyri árum síðani enn í dag. Myndirnar eru frá túri okkara við Norðsøka í farnu viku.