Øll (bókstaviliga "ØLL") kunnu søkja STJÓRA-starvið í VÁGA AIRPORT
Undir yvirskriftini ”Vit leita eftir einum liðleiðara” hevur nevndin í Vága Airport sett lýsing í føroysku miðlarnar. Og sum teksturin í lýsingini er orðaður verður kanska meint við liðleiðarnar í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Í øllum føri eru eingi krøv um útbúgving til umsøkjarar. Umsøkjarar skulu einans hava ”samstarvsevni”. (Sostatt er longu greitt at nevndin leitar eftir einum útlendingi)
Upplýst verður í starvslýsingini at stjórin vísir beinleiðis til nevndina í Vága Floghavn og hevur stóra ávirkan á raksturin hjá felagnum. (Hettar er ikki ókent í samband við stjórastørv).
Nevndin leggur í lýsingini stóran dent á at ”stjórin skal tryggja góðu gondina hjá floghavnini”. (Harvið metir nevndin seg kanska at verða sloppin av við persónar, sum kanska kundu havt ætlanir um at vent raksturin til undirskot).
Í starvslýsingini verður kunnað um at floghavnin er yvirtikin frá dønum, ferðafólktalið, longdina á flogvøllinum, at nýggj farstøð er bygd, hvussu nógv parkeringspláss eru kring Vága Floghavn og at viðskiftafólkini um stutta tíð kunnu ganga turr millum akførini og flogvøllin.
Umsókn við CV og viðkomandi skjølum (um umsøkjarin hevur nøkur) kunnu sendast inn áðrenn 1. februar og tey sum eru áhuga í starvinum verða biðin um at ringja til Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinnu.
-------
Nakað eftir at Norðlýsið hevði skriva hesa søguna, legði Vága Floghavn eitt link til eina vangamynd, sum nevndin hevði gjørt av nýggja stjóranum. SÍ HER