Lýsing
Lýsing

KVF við áhugaverdari sendirøð

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.02.2018 - 16:38 Leiðarin Politikkur

Gud signi Føroyar, er nýggj dokumentarrøð í KVF, sum Heini í Skorini hevur lagt til rættis.

Tað er ikki lætt at lýsa/greina eitt so persónligt evni sum kirkjur og samkomur í Føroyum. Sum Føroyingur kann tað kanska samanberast við at ummæla sína egnu móður.  Ein  persónur, sum elskar mammu sína ella ein persónur, sum er svikin av mammu síni, ella ein sum sjálvur hevur tikið frástøðu til mammu sína, og síðani verður settur at lýsa mammuna, hevur næstan fingið eina ógjørliga uppgávu. Tað verður næstan altíð ein avmarkað lýsing, sum meira vísir forholdi/sambandi, sum er millum viðkomandi og mammuna. 

Heini byrja sendingin við at taka støði í sær sjálvum og ger greitt at sendingin ikki skal handla um seg, men “um nakað heilt annað”. Hetta haldi eg at Heini í Skorini klárar væl. 

Eftir sendingina hava bylgjurnar brotið á sosialu miðlunum, men skal eg svara fyri meg, so haldi eg at hon var áhugaverd.

Í fyrstu sendingini síggja vit bitar úr samkomu lívinum í Kelduni. Samkoman far góða rúmd i sendingini og eisini sleppa samkomuleiðarar at svara spurningum.

Mentanin í samkomum og kirkjum er sera ymisk og fyri mong er tað kanska fyrstu ferð at tey síggja vanlig fólk og ungdómar biðja beinleiðis til Guð – tað í sær sjálvum kann eisini provokera.

Í sendingini er samrøða við Arne Klein Abrahamsen, sum greiður sera væl frá síni støðu, sum samkyndur og hvørja støðu hann kom í samkomuni í Kelduni. Heini í Skorini ger í sendingini greitt at hann hevur spurt  leiðsluna í Kelduni um hetta málið, men leiðslan í samkomuni ynskti ikki at viðmerkja ella grundgeva fyri sínum avgerðum og tað er sera óheppið og trupult at skilja. Í sendingini verður greitt frá at Arne varð koyrdur úr samkomuni í Kelduni, men at prestur bjóðaði honum vælkomnan í fólkakirkjuna. Men sum skilst av sendingini, so hevði Arne eina framstandi uppgávu í Kelduni, men vit fáa einki at vita um til bar hjá honum at hava eina framstandi støðu í Fólkakirkjuni.

Í samband við sendingina hevði KVF gjørt eina spurnakanning, men í samband við framløgu av hagtølunum fingu vit ikki at vita hvussu stór óvissan var tá tølini vóru útgreinað á økini í landinum og samanberingin millum Føroyar og Afganistan varð als ikki greinað.

Sendingin viðger eisini peninga spurningar og hvussu Keldan er fíggja, men her fáa vit einki at vita. Heini í Skorini greiður í sendingini frá at hann hevur spurgt hjá TAKS um viðurskiftini hjá Kelduni, og enntá luttekur eitt starvsfólk frá TAKS í sendingini, men hetta er eitt sindur trupult at skilja. Eingin skattamyndugleiki í heiminum upplýsir hvørji viðskiftafólk ein fyritøka hevur ella hvar eitt ítróttafelag ella annað slag av felagsskapi hevur sínar inntøkur. Her hevði verið rættari at Heini spurdi leiðsluna í samkomuni sjálva um fíggjarviðurskiftini, men út frá sendingini fáa vit einkið at vita um hetta nakrantíð varð gjørt. Vit fáa tó at vita at samkoman mælir fólki til at lata tíggjund og at eigararnir aftan fyri Bakkafrost eru limir í samkomuni. Men partarnir verða ikki spurdir um hetta. Her verður einans lagt upp til at Bakkafrost rindar ballið. Hetta er ikki nøktandi. Eru nevndu persónar stórir stuðlar, kundi verið áhugavert at fingið at vit frá teimum sjálvum um hví tey stuðla Kelduni.

Samanumtikið var sendingin góð og hóast onkur hevur ført fram á sosialu miðlunum, at søgan hjá Arna Klein Jacobsen fylti ov nógv í sendingini, er hetta væl skiljandi, tí kjakið um samkynd  hevur fylt sera nógv í miðlunum seinastu árini. Tað er sjálvandi áhugavert fyri baði samkomulimir og fólk uttanfyri at fáa at vita um samkomuleiðarar útihýsa samkyndum ella øðrum fólkum, men tann spurningurin stendur ósvaraður tá leiðslan í Kelduni ikki ynskti at svara hesum spurningunum.

Nevnast skal eisini at Hans Petur Hansen stóð fyri myndum og klipping og tað var sera væl frágingið.

Næsti partur av dokumentar røðini er sambært heimasíðuni hjá KVF um læruna um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið, og vitjað verður í leguhúsinum í Nesvík og á Zarepta. Sendingin verður send hóskvøldi kl. 19:30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin