Lýsing
Lýsing
Lýsing

Himmal heim og Hammond

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.08.2025 - 15:18 Mentan Tíðindi

Leygarkvøldið 4. oktober letur Løkshøll dyrnar upp til eitt tónleikabrak, har Hammond urgan verður snúningspunktið. Fimm av okkara fremstu sangsolistum fara saman við einum væluppløgdum bólki og kóri at framføra eina røð av kendum løgum; útlendsk og føroysk, har Hammond urgan hevur ein sentralan leiklut í ljóðmyndini.

 

 

Tey flestu munnu kenna eyðkendu klangirnar frá Hammond urguni, sum serliga í 60'unum og 70'unum varð dúgliga brúkt innan blues og rokk tónleik. Men søgan um Hammond urguna byrjaði í 1935, tá ið Laurens Hammond og John M. Hanert uppfunnu hesa serstøku el-urguna, hvørs aðalmál var at verða eitt bíligt alternativ til pípuurgurnar í kirkjum. Men skjótt gjørdist Hammond urgan væl umtókt innan jazz tónleik og seinni vóru tað serliga prog-rokk bólkar frá 70'unum, sum yndaðu at brúka Hammond urguna.

 

'A Whiter Shade of Pale' hjá Procol Harum er kanska ein av kendastu ímyndunum av Hammond urguni og hennara hugtakandi klangi. Hesin verður sjálvandi ein av sangunum á konsertskránni leygarkvøldið 4. oktober, umframt ein litføgur røð av Hammond-klassikarum innan ymiskar tónleikagreinar, frá rokk til gospel.

 

Teir fimm sangsolistarnir eru Guðrun Sólja Jacobsen, James Olsen, Jens Marni Hansen, Kristina Bærendsen og Ronny Nielsen. Tað er Hans Poulsen, sum er kapellmeistari og hevur Hammond tangentarnar um hendi. Afturat sær hevur hann eitt valalið av tónleikarum og kórsangarum. Eldhugaði fjølmentamiðlarin Birgir Kruse fer at innleiða kvøldið við einari Hammond-hugleiðing.

 

Í ár eru 90 ár síðani Hammond urgan sá dagsins ljós, og hesin 90 ára føðingardagurin verður feiraður við einari Hammond-feitari konsert í Løkshøll 4. oktober kl. 20.00! Nærri kunning og atgongumerki á loksholl.fo

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Starvs­fólka­bygningu­rin hjá Klaksvíkar Sj…
KÍ í Varpinum
Gleði og spenningur á Húsarhaldsskúla­num…
Hvat er meiningin?
Himmal heim og Hammond
Hallgerð vitjar Norðlýsið
Leiðslu- og bygnaðarbroyt­ingar í Poul Ha…
Drivið fingið 6,8 mió krónur frá LOA
Kunning frá Fríðtiðarskúlanum
Umsóknir um arbeiðs­loyvi bíða alt ov lei…
Mjølnir hópurin klárur til komandi kappi…
Seinasta venjing undan fráferð­ini til Un…
Farið verður aftur í skúla 13. august
Erla Kongsdóttir røkir Kalsoyar­siglingin…
Drós í Ólavsstovu sett sum ráðgevi í Mat…
SF: Vit síggjast í 2026!
200 fjórðingar - Okkara ogn og rættur
Besta slóðin til fjallaslóðir
Sólin hevur skinið á Árna og KÍ
Dynamit spælir á midnátt leygarkvøldið