Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eyðun Thorgeirsson

Eyðun Thorgeirsson: - Í ár má tað verða

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.02.2018 - 12:38 Ítrottur Tíðindi

Undan Klaksvíkskappingini fer Norðlýsið at spyrja nakrar KÍ fjepparar um teirra vónir til tilstundandi kappingarár

Fyrstur at svara er Eyðun Thorgeirsson, sum er KÍ fjeppari við stóra K, fyrrverandi næstformaður í KÍ og sum hvønn dag brúkar nógva tíð uppá at hjálpa til í felagsskapinum. Vit spyrja Eyðun um hvat hann heldur um KÍ hópin í ár

- Nú havi eg sæð teir flestu heilu venjingardystirnar hjá KÍ í ár, minus dystin móti HB í Klaksvík. Og út frá tí eg havi sæð, haldi eg at tað sær hampuligt út. Eg eri eitt sindur bangin fyri, at missurin í Ahmed og Jonas kann fara at merkjast nógv. Jonas sum var ein rættur leiðari á vøllinum, og Ahmed sum dugdi sera væl at lesa spælið verður ikki bara bara at koma inn fyri. Dugi ikki enn at siga, hvørjum støði Deni og Marko eru á, sigur Eyðun

Vit spyrja hvørjar vónir hann hevur fyri KÍ í ár.  

- Vónirnar eru altíð góðar áðrenn eina nýggja kapping. Tað eru skjótt 20 ár síðan at vit vunnu gull í landskappingini, og eg haldi heilt erligt, at tað má vera nú! Tað er onki at ivst í, at tað verður trongt uppi í toppinum í ár, men eg haldi ikki, at KÍ liðið stendur aftanfyri nakað av hinum topp 3 liðnum.

Tað er altíð spennandi at síggja nýggjar ungdómsleikarar koma á besta liðið og vit spyrja Eyðun um hvønn leikara vit serliga skulu hava eyguni eftir.

- Uha, ein ringur spurningur. Har kunnu verða fleiri um boðið. Men sum eg havi sæð í ár, so er onki at ivast í, at ein leikari sum Jóannes K. Danielsen fer at fáa sítt veruliga gjøgnumbrot í ár. Tað merkist, serliga frameftir vøllinum tá hann ikki er við. Eisini kann nevnast Óli Eyðsteinsson Poulsen. Hann hevur kanska verið tann allar besti leikarin her undan ”preseson”. Smæðist avgjørt ikki ímillum teir eldru leikarnar. Men vegna sín unga aldur, vænti eg at hann fær bara ein minni leiklut á KÍ liðnum í 2018, sigur ein spentur Eyðun Thorgeirsson at enda

 

Klaksvíkskappingin byrjar nú leygardagin og skráin er hendan. 

Leygardagin 24 februar kl. 13:00: B36 – Víkingur

Leygardagin 24 februar kl. 15.30: NSÍ – KÍ

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ