Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Rhapsody og Katrin Ottarsdóttir í Mentanarhúsinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.02.2018 - 07:24 Mentan Tíðindaskriv

"Samrøður um film" er eitt kvøldskúlaskeið í 5 pørtum við serstøkum filmsýningum, ætlað øllum við áhuga fyri filmi og søguni handan eina ávísa filmsframleiðslu. Prátað verður við ymisk filmsfólk, sum onkursvegna hava sett síni spor.

Triðja kvøldið í røðini verður 1. mars 2018, kl. 20.00, tá ið leikstjórin Katrin Ottarsdóttir er gestur við fyrsta feature filmi sínum, sum eisini má roknast sum fyrsta veruliga føroyska filmsframleiðslan, nevniliga "Atlantic Rhapsody.”

Sýningarnar hesi kvøldini verða skipaðar so, at hugt verður eftir filminum, meðan tú umvegis samrøðu fært serligt innlit í søguna og framleiðsluna sjálva við viðmerkingum frá leikstjóranum. Høvi verður somuleiðis at seta spurningar til leikstjóran eftir sýningina.

Kvøldskúlin og Mentanarhúsið í Fuglafirði skipa fyri.

Vertur: Torfinnur Jákupsson
Kvøldskúlin: +298 23 80 10
Stað: Mentanarhúsið í Fuglafirði
Kostnaður: 100 kr. hvørja ferð

 

Lesið meira á tiltakinum á Facebook: https://www.facebook.com/events/193910331346468/

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum