Lýsing
Lýsing
Lýsing

Málið um Bjarna Hammer byrjar í Unga Tjóðveldi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  06.03.2018 - 12:42 Politikkur Tíðindi

Framtíðin hjá politikaranum, Bjarna Hammer, er í løtuni til almenna støðutakan. Álvarsamar ákærur hanga í loftinum og almenningurin og politiska skipanin krevur at løgtingslimurin reinsar seg. Men Norðlýsið kann staðfesta at málið um Bjarna Hammer, er hvørki ein ”vanlig” miðlasøga ella eitt vanligt føroyskt politimál.

Seinrapartin í november mánaða meðan samráðingarnar og politiska roki um fiskivinnunýskipanina er í hæddini fer eitt skuggaspæl fram, sum neyvan áður hevur sæð sín líka í føroyskum politikki.

Bjarni Hammer er sum limur í løgtingsins vinnunevnd ”i stormens øje” og tað gongur harðliga fyri seg í løgtinginum og kring politiska umhvørvi í Havn. 

Elektroniskt samskiftið bendir á at talan er um eitt heilt óvanligt ”konstruera”mál. 

Alt byrjar ein november dag í Havn, tá ein av nevndarlimunum í Unga Tjóðveldi uppøst av politisku støðuni tekur eitt stig, sum hevur ført til at Bjarni Hammer, hevur biðið um farloyvi frá løgtinginum, og í dag verður kannaður av løgregluni eftir at Sosialurin hevur meldað løgtingsmannin.   

Av samskiftinum skilst at nevndarlimurin í Unga Tjóðveldi metir at Bjarni Hammer oyðileggur nógv fyri ”tey” og føroysku tjóðina.  Hon biður móttakaran, sum er fyrrverandi nevndarlimur í ungmannafelagnum hjá Framsókn um hjálp til at steðga Bjarna Hammer og spyr um hon ikki vil verða við í hesi ráðagerðini.

Tær báðar leita sær síðani til Barbaru Holm, blaðstjóri á Sosialinum, sum eisini er fyrrverandi forkvinna í unga Tjóðveldi, sum kontaktar løgregluna. 

Meira um málið seinri:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…