Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ sló til í avgerandi tíðspunktunum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  11.03.2018 - 20:35 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Myndarøð og dystarfrásøgn: HB hevði til tíðir nógv spæl, men KÍ var nógva vandamiklari í sínum álopum og vann tí tryggan sigur í Gundadali seinnapartin.

Hjá HB sótu Bartal Wardum og Brynjar Hlodversson uttanfyri við skaðum, meðan KÍ manglaði Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen, Marko Dusak og Hákun Edmundsson vegna skaðar. Bæði liðini byrjaðu í 4-4-1-1 líknandi leikskipan, sum eisini í pørtum av spælinum sá út sum 4-4-2. Líkindini vóru frálík í Gundadali, har fitt av áskoðarum vóru møttir upp, tá hugsað verður um, at talan var um fyrsta umfar.

 

 

Boris við framúr máli

Fyrstu løtuna av dystinum gekk javnt á. Hvørgan av liðunum tók stóran váða í sínum spæli, og hevði HB bóltin meira. Einu ferðina kundi blivið 1-0, tá KÍ misti bóltin á miðvøllinum. Sebastian Pingel og Aleksandar Stankov blivu einsamallir við Deni Pavlovic, men KÍ verjuleikarin fekk fatur á sendiningini, og so bleiv álopið ikki vandamikið. Í 21. minutti kom KÍ á odda 1-0. Eftir innkast støðu sendi Semir Hadzibulic bóltin til Boris Dosljak og hóast tað ikki sá út sum ein vandamikil støða, so vendi hann sær við og sendi bóltin upp í málhornið. 1-0 til KÍ og longu ein kandidatur til ársins mál. Boris byrjaði í álopinum og spældi ein góðan dyst og var ein av teimum, sum lyftu sítt støði markant í mun til venjingardystirnar. Løtu seinni kundi KÍ fleiri ferðir økt og tvær ferðir endaði bólturin á stong ella yvirleggjara og báðar ferðir var tað 16 ára gamli Óli Ey. Poulsen, ið fekk skrásett debut, ið átti innleggið. Eina álopið var tað best spælda í dystinum, tá KÍ umvegis nógvar leikarar fekk spælt Jóannes K. Danielsen leysan í høgru síðu, sum legði væl útfrá til Óla. HB fekk ein stóran møguleika í seinasta sekundinum, men Hørður fekk bjargað royndini frá Aleksandar Stankov í síðstu løtu.

 

 

Semir avgjørdi

Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sat HB á spælinum, tó uttan blíva vandamiklir. Tað tóktist sum KÍ hevði tamarhald á tí mesta og kom ongantíð undir nakað ógvusligt trýst, hóast HB hevði bóltin. Tá so ein tími var farin avgjørdi KÍ. Fyrst kom Jóannes Bjartalíð ímillum eina afturlegging, men bleiv nakað spískur, so Teitur M. Gestsson fekk bjargað. Men uppá hornasparkið sendi Ronni Møller-Iversen eitt hornaspark væl innfyri, har Semir Hadzibulic skallaði bóltin í málið. Ein kend uppskrift frá venjingardystunum. Hetta málið vísti seg at avgera dystin, tí tað hendi ikki stórvegis vandamikið hjá HB eftir hetta. KÍ fekk eitt mál afturat, tá nýggi liðskiparin Páll A. Klettskarð skoraði eftir góða sending frá Jóannes K. Danielsen.

 

Undirhaldandi dystur

Til at vera fyrsta umfar, so var talan um undirhaldandi dyst. Trý mál, tvær royndir á stengurnar og fleiri aðrir stórir mál møguleikar báðar vegir. Serliga gekk væl hjá HB í fyrra hálvleiki at finna Adrian Justinussen á høgra vongi, tá serliga miðverjin Magnus Egilsson sendi góðar diogonalar sendingar. Men tað manglaði tað síðsta, tá avgerandi avleveringin skuldi finnast. KÍ hevði eitt framúr gott spælt álop í fyrra hálvleiki, meðan sjálvt málið í fyrra hálvleiki var ein perla. Tað endaði 3-0 til KÍ og munurin var, at KÍ leikararnir vóru nógv meira avgjørdir og dugnaligir, tá vandamiklu støðurnar komu. Í sjálvum grundspælinum spældi HB væl í pørtum av dystinum og helst hevur missurin av nøkrum leikarum rakt HB harðari enn hjá KÍ, sum helst hevur ein breiðari hóp av royndum leikarum. KÍ fekk eina ynskisbyrjan, meðan HB hevur nakað at arbeiða við. Bæði liðini hava truplar uppgávur fyri framman. KÍ skal til Runavíkar, meðan Víkingur vitjar hjá HB.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…