Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vel Føroyar aftur á Norðuratlantsbryggjuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2018 - 10:00 Tíðindaskriv Vinna

Ætlar tú at velja Føroyar? Valið er møguliga ikki so ringt - at flyta heim er fantastiskt, men tað kann saktans tykjast fløkjasligt við teimum nógvu praktisku viðurskiftunum, tú skalt hava greiðu á. Tí bjóða BankNordik og Atlantic Airways aftur í ár til Vel Føroyar á Norðuratlantsbryggjuni hóskvøldið 15. mars. kl. 19.30. Í fjør var tiltakið serstakliga væleydnað við fleiri enn 250 nøgdum gestum.

 

Vel Føroyar

Er eitt kunnandi útisetatiltak, ið er snikkað til føroyingar, ið umhugsa at flyta heim – og til teir útisetar, ið ikki ætla sær heim til Føroya beint nú, men kanska um nøkur ár.

Á skránni eru ymiskar kunnandi framløgur um alt, tú hevur tørv á at vita í sambandi við at flyta heim til Føroya. Tórshavnar kommuna fer at greiða frá praktiskum viðurskiftum um eitt nú grundstykki, dagstovnspláss og hvussu man ger, tá ið man flytur til eina føroyska kommunu. Smyril Line og Trygd geva góð ráð til, hvussu tú pakkar bingjuna skilagott, og BankNordik, Skyn og Bústaðir greiða frá bústaðarmøguleikunum í Føroyum.

Er tað skilagott at taka gamla bilin við heim, hvørjar eru barnsburðar- og vanligu skattareglurnar í Føroyum, og hvussu tollar man flytigóðsið? Alt hetta fer Taks at greiða frá á ein skilligan hátt. Harafturat fer ALS at greiða frá møguleikunum, nýútbúgvin hava í Føroyum, og koma við ítøkiligum ráðum til at finna starv heima í Føroyum.

Høvi verður eisini at hoyra Rúnar Reistrup, stjóra í Hey, fortelja um, hví hann valdi Føroyar, og hvat Føroyar hava at bjóða. Rúnar kemur eisisni við góðum ráðum til, hvussu tú finnur dreymastarvið í Føroyum.

 

KokkaJam og livandi tónleikur

Aftur í ár er KokkaJam á skránni við føroyskum laksi frá Hiddenfjord, har høvi verður at royna tað besta, føroyska nátturan hevur at bjóða, saman við eini kaldari Okkara Vár ella Kirvi vatni. Tað eru dugnaligu kokkarnir, Gutti Winther og Jógvan Rasmussen, ið standa fyri matinum. Afturvið matinum framføra FRUM og SAKARIS.

 

Gávupakkar til gestirnar

Hiddenfjord letur ein gávupakka við royktum laksi til teir fyrstu 100 gestirnar. Eisini fáa øll, ið luttaka, nýggja Ó-blaðið, ið kom út á gøturnar í gjár.

 

Vinn ein flytipakka við virði á 20.000 kr.

Øll, ið koma til tiltakið, eru við í lutakastinum um ein samlaðan flytipakka við bingju frá Smyril Line og SVEIGGJ flogferðir frá Atlantic Airways.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og alt er sjálvsagt ókeypis.

 

Nær og hvar:

Hóskvøldið 15. mars kl. 19.30 á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91, København K

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…