Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reiðarafelagið: Latið uppboðssøluna vera opna

SKRIVAÐ: Føroya Reiðarafelag  |  14.03.2018 - 13:47 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Landsstýrismaðurin sendi herfyri uppskot til kunngerð um uppboðssølu til hoyring hjá vinnuni. Talan er um eina týðandi kunngerð fyri føroyska fiskivinnu, og hon er eisini ein týðandi lutur í fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni.

Føroya Reiðarafelag mælir enn sum áður frá at nýta uppboðssølu, men hevur kortini hesar viðmerkingar. Hóast talan er um eina kunngerð, sum hevur víðfevndar avleiðingar fyri fiskivinnuna, hevur landsstýrismaðurin ikki grundgivið fyri sínum avgerðum í hesum føri.

Landsstýrið hevur í ár valt at selja øll rættindi umvegis afturlatna uppboðssølu, meðan uppboðssølan undanfarnu tvey árini hevur verið skipað bæði sum afturlatin og opin uppboðssøla.

Reiðarafelagið mælir til, at rættindi bert verða boðin út umvegis opna uppboðssølu. Hetta hevur verið roynt undanfarin ár, og hava vit royndir við hesum leisti. Opna uppboðssølan hevur størst gjøgnumskygni og opinleika, har luttakarar hava upplýsingar um gongdina, meðan bjóðað verður. Síðan Fiskamarknaðurin byrjaði í nítiárunum hevur opin uppboðssøla verið brúkt at selja veiddan fisk.

Fyrimunurin við opnari uppboðssølu við hækkandi boði er, at tað er rættiliga sannlíkt, at vinnandi fyritøkan er tann rætta, t.e. tann fyritøkan, sum kann framleiða vøruna til tann lægsta kostnaðin. Hetta skrivar bólkurin, sum gjørdi álit um ein nýggjan fiskivinnupolitikk.

Landsstýrismaðurin hevur harumframt fleiri amboð, har hann kann tryggja eina haldføra opna uppboðssølu. Til ber m.a. at áseta minstaprís, luttakarar á uppboðssøluni kunnu vera ónavngivnir og landsstýrismaðurin kann eisini lata vera við at kunngera talið av luttakarum á uppboðssøluni aftaná. Hesi amboð kunnu vera við til at tryggja eina væl skipaða og opna uppboðssølu, um landsstýrismaðurin ynskir tað.

Afturlatna uppboðssølan hevur hinvegin fleiri vansar. Størsti vansin er, at næstan øll viðurskifti eru ókend og duld fyri luttakarunum sum t.d. minstiprísur og stødd á sølulinjum. Hetta ger tað torført hjá luttakarum at meta um, hvussu teir skulu handla á uppboðssøluni, og hvussu teir kunnu tryggja sær ein lut. Viðvíkjandi nýggjum luttakarum hevur opna uppboðssølan eisini víst seg at rigga fult so væl.

Ætlanin er at skipa uppboðssøluna soleiðis, at fiskasløgini verða býtt upp í fleiri seriur, har ein ávís upplýst nøgd verður seld í hvørjari seriu. Síðani verður hvør seria býtt upp í fleiri sølulinjur. Tó verður nøgdin í hvørjari sølulinju ikki upplýst frammanundan. Tað vil siga, at hvør luttakari skal bjóða uppá sølulinjur, har hann ikki kennir nøgdirnar, sum hann bjóðar uppá.

Stórur munur kann vera á nøgdini, sum er í hvørjari sølulinju, og tí koma luttakarar at bjóða í blindum. Á einari opnari uppboðssølu hevur luttakarin møguleika at tillaga sín atburð, alt eftir hvønn tørv hann hevur. Hann veit, hvussu nógv hann ávegis hevur fingið fatur á, og hvussu nógv er eftir at keypa. Tann afturlatna uppboðssølan ger hinvegin, at luttakarin ikki kann tillaga atburðin so hvørt.

Løgtingið samtykti eina uppboðssølu av rættindum, men Reiðarafelagið metir ikki, at talan her er um eina vanliga uppboðssølu. Reiðarafelagið er av tí fatan, at tað lá ikki í kortunum, at talan var um eina afturlatna uppboðssølu, har luttakarin ikki kennir fortreytirnar og ikki veit, hvat bjóðað verður uppá.

Tað kann sjálvsagt hugsast, at nøgdin, sum luttakarin ynskir at keypa, hevur ávirkan á prísin, hann kann lata. Tað vil siga, at luttakarin klárar at keypa eina ávísa nøgd fyri ein ávísan eindarprís, men um nøgdin er minni,
megnar hann ikki at rinda tann sama prísin. Hetta tykist sum ein løgin háttur at skipa uppboðssøluna, sum verður óvanliga fløkt hjá luttakarum at virka í.

Tá rættindi verða seld í fleiri serium og síðani í fleiri sølulinjum verður mest sannlíkt ein ávísur munur á prísinum. Tá ið hesin prísurin síðani skal tillagast til avreiðingarprísin árini eftir, verður hesin prísmunur verandi millum tey vinnandi boðini fyri langtíðarrættindi. Sostatt kann tað enda við, at landið selur langtíðarrættindi, har stórur munur er á prísinum, sum reiðaríni skulu rinda fyri somu rættindi við somu longd.

Ein týðandi lutur í nýggju lógini um sjófeingi er uppboðssøla av fiskirættindum. Tá ein so týðandi lutur í fiskivinnupolitikki landsins skal setast í verk, eigur landsstýrið at greiða frá grundarlagnum undir hesum avgerðum. Um uppboðssølur skulu eydnast er eisini umráðandi, at luttakarar kenna fortreytir og grundgevingar fyri, hví júst hesin leistur verður valdur.

Føroya Reiðarafelag

Stefan í Skorini, stjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…