Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinus og Vimús – nýggj barnarøð í sjónvarpinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.03.2018 - 14:03 Mentan Tíðindaskriv

Vinus og Vímús er nýggj føroysk barnarøð í sjónvarpinum til børn í barnagarðsaldri umleið 3-6 ár.

Í sendingini hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Inni hjá Vinusi er hugnaligt, veggirnir eru litfagrir, og hann eigur nógvar bamsur og nógv leiku at spæla við. Og góðar bøkur.

Í eini holu undir hillini býr Vimús. Vinus og Vimús eru vinir, hóast Vimús er ein mús. Alt sum Vinus eigur og finnur uppá, tað eigur Vimús eisini, ella næstan sama slag.

Hvørja ferð finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt at vísa øllum. Sumt er torført at gera, sumt er torført at finna og sumt er nokkso torført at siga. Alla tíðina ber til at læra seg at siga øll orðini, hóast tey eru torfør.

Tað verða sendar 7 sendingar fram til summarfrítíðina.

Og so eitt afturat, hvørja ferð verður ein sangur við, ein góður barnasangur til øll, sum tíma at lurta.....eisini bamsurnar.

Síggjast fríggjakvøldið klokkan hálvgum sjey

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…