Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flest klaksvíkingar á U17 landsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.03.2018 - 15:05 Ítrottur Tíðindi

U17 landsliðið er úttikið til menningarkapping.

Fýra klaksvíkingar eru úttiknir til U17 landsliðið. Tríggir frá KÍ, meðan tann eini spælir við SønderjyskE.

FSF skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

Í døgunum 2. til 9. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Luksemborg og Kosovo eisini við í kappingini.

 

U17-hópurin hevur fyrireikað seg væl til komandi avbjóðing. Fleiri venjingar og venjingardystir hava verið á skránni, og eitt av mótstøðuliðunum hevur verið U17-liðið hjá SønderjyskE. 

 

- Eg kenni ikki so nógv til mótstøðulondini, men hetta verður uttan iva ein stór avbjóðing, og vit fara sjálvandi eftir at vinna dystirnar. Hetta er eisini ein kærkomin møguleiki sum fyrireiking til NM og EM, sum verða seinni í ár, sigur Thomas Thinggaard, U17-venjari.

 

Hópurin
Dánial Danielsen, NSÍ
Súni Hansen, NSÍ
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Leivur Guttesen, HB
Tórur F. Joensen, HB
Ári Arge, HB
Noah Mneney, ÍF
Olaf K. Hansen, KÍ
Børge Petersen, KÍ
Aleks H. Jacobsen, KÍ
Ingolf Tvørfoss, Víkingur
Bergur Poulsen, Víkingur
Eyðbjørn Østergaard, B36
Jónas Warner, B36
Kristian K. Hentze, B36
Jens Erik Bruhn, TB/FCS/Royn
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Gulak A. Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

 

Skráin
4. apríl Føroyar - Luksemborg
6. apríl Føroyar - Kosovo
8. apríl Føroyar - Norðurírland

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…