Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hey fremur nýbrot innan føroyskt telefoni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.04.2018 - 19:04 Tíðindaskriv Vinna

Televeitarin Hey gongur nýggjar leiðir og gevur brúkarum fleiri møguleikar og betri yvirlit yvir sínar tænastur. Ein online tænastudepil er mentur, ið gevur fleiri nýggjar og slóðbrótandi hentleikar innan telefoni í Føroyum. Saman við tænastudeplinum kemur eitt nýtt og einfaldari slag av fartelefonhaldi við fleiri nýggjum funkum.

Datarull

Millum annað ber nú til at goyma óbrúkt data til næsta mánað – ein møguleiki, ið veitarin nevnir datarull. So um tú bert brúkti helvtina av tínum gigabeitum í einum mánað, so kanst tú brúka hina helvtina næsta mánað. Við øðrum orðum kanst tú goyma ella samla data yvir fleiri mánaðir.

- Vit halda, at kundin eigur tað, sum hann hevur goldið fyri, sigur Rói B. Poulsen, privatkundaleiðari hjá Hey. Tí hava vit ment hendan møguleika, so tú fært títt óbrúkta data við inn í næsta mánað.

Data nýtsla er vaksin nógv seinnu árini, og tí hevur Hey nú eisini givið brúkarum møguleikan at samla sær fleiri gigabeit heilt ókeypis. Hetta ger ein við at bjóða øðrum at skifta televeitara til Hey. Fyri hvønn, sum ein bjóðar við, fáa báðir partar 4GB hvør afturat síni vanligu nýtslu, um móttakarin tekur av tilboðnum.

 

Ekkaleyst

Við nýggju fartelefonhaldunum lovar fjarskiftisveitarin, at tað verður ekkaleyst at brúka fartelefonina, tí tú fært onga óvæntaða eykarokning. Nýggi tænastudepilin gevur eisini brúkarum eitt einfalt yvirlit yvir teirra nýtslu og tænastur. Fyri familjur kann hetta vera ein lætti, tí øll telefonnummur kunnu samlast á einum stað, har ein fær skjótt yvirlit yvir, hvussu nógv data hvør brúkari hevur eftir, og har haldini lættliga kunnu broytast.

- Hetta snýr seg í grundini um at bjóða okkara kundum einfaldar og gjøgnumskygdar tænastur, sigur Rúnar Reistrup, stjóri á Hey. Tænastudepilin og nýggju haldini eru fyrsta stig í eini røð av spennandi broytingum, har vit brynja okkum til at menna tænastur til framtíðina. So brúkarar kunnu vænta at síggja fleiri nýggjar møguleikar í nýggju haldunum komandi tíðina.

Frá byrjan hevur Hey virkað fyri kapping og menning í Føroyum, sum kemur brúkaranum til góðar. Televeitarin var fyrstur at bjóða 3G og 4G í Føroyum, og seinastu árini hevur Hey áhaldandi lækkað prísirnar á telefoni, m.a. við bíligari møguleikum fyri ung og familjur.

Meira kann lesast um nýggja tænastudepilin og haldini á hey.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…