Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd tikin á flaggdegnum í 2017

Merkið merkir sameining

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2020 - 10:00 Mentan Tíðindi

2. heimsbardagi kostaði Føroyum 205 mannalív og 25 skip vórðu søkt. Men at bretar vóru í Føroyum hevði onkrar positivar avleiðingar við sær. Handilssambandið við bretar hevur virkað síðani, og 25. apríl 1940 viðurkendi bretska hersetingarvaldið Merkið sum almenna flagg Føroya.

Lítið mundi Frederick Mason, bretskur konsul, vita, at hann skrivaði seg sjálvan inn í Føroya Søgu sum annað enn bert yvirmaður í bretsku hersetingartilgongdini. Longu dagin eftir at Danmark varð hersett, boðaði Churchill frá, at hann fór at senda troppar til Føroya, 13. apríl 1940 var hersetingin veruleiki.

Og handlast mátti skjótt, so føroysk skip kundu flagga við øðrum enn Dannebrog og harvið verða uppfatað sum undir týskum valdi. Hann valdi Merkið, helst uttan at kenna nakað til stríðsmálið 10 ár frammanundan. Og tá avgerðin var tikin, munaði onki fyri amtmann Hilbert at skjóta eitt grønt signalflagg upp. Hervið fingu vit okkara fyrsta flaggdag tann 25. apríl 1940.

1. apríl 1948 var tó ein uppaftur størri dagur í føroysku flaggsøguni. Tann dagin varð Merkið endaliga viðurkent sum føroyskt flagg, og hesa ferð var tað av føroyingum sjálvum. Sermerkt er eisini, at tað var eitt Landsstýri við einum sambandsløgmanni á odda, ið viðurkendi tað, og tað í eini samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvsstýrisflokkin. Hendan dagin eydnaðist tað, sum føroyskur politikkur hevur manglað bæði áðrenn og aftaná.

Hendan dagin bleiv gjørd ein breið semja.

Síðani tá hava nærum allir føroyingar tikið Merkið til sín. Tá føroyingar spæla ítrótt uttanlands, er tað aloftast undir Merkinum. Hetta er í fótbólti, hondbólti, til Oyggjaleikir og so framvegis. Enn kunnu vit ikki offisielt nýta Merkið undir Olympisku Leikunum. Heima í Føroyum veittrar Dannebrog framvegis frá onkrum stovnum, til dømis Ríkisumboðnum, politistøðunum kring landið og av sjóverjuskipunum. Føroya Rættur er somuleiðis danskt málsøki. Men í øllum øðrum málum er tað Merkinum, vit flagga við.

At føroyingar eru sera góðir við Merkið, sást kanska serliga flaggdagin í 2005, har Malan Marnersdóttir helt flaggrøðu og skeyt upp at gera eitt ríkisfelagsskapsflagg, ið tók brigdi úr tí danska, grønlendska og føroyska flagginum, ið blivu sett saman í eitt flagg. Uppskotið bleiv kvalt í føðingini og skotið niður beinanvegin. Vox Populi beint aftaná vísti sera greitt, at føroyska fólkið ikki ynskti nakað sum helst annað flagg enn Merkið.

Í dag hava vit havt Merkið sum alment flagg í 80 ár. Tey fyrstu árini sum neyðloysn vegna kríggj, men seinastu 72 árini sum úrslit av tí breiðu semju millum sambandsvong og loysingarvong, millum høgra og vinstra, millum gudsóttandi og sekularistar og millum útjaðaran og miðstaðin, sum eina løtu í 1948 endiliga var veruleiki. Allir føroyingar, ella so gott sum, tóku tá lógvatak um eitt felags symbol fyri Føroyar. Og hóast ósamd í mongum lutum, er Merkið ikki longur nakað, føroyingar eru ósamdir um.

Kring landið verða í dag fyriskipað flaggdagshald at minnast minniligu avgerðina hjá Frederick Mason, ið seinni skuldi vísa seg at savna føroyingar undir einum og sama merki. Korona smittuvandin ávirkar tó eisini flaggdagshaldini. 

Norðlýsið ynskir øllum ein góðan flaggdag!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja