Drap Misse Møhge, Andersen lærara við vilja?
Varð tað upplagt manndráp tá Misse Møhge stongdi mannin úti á altanini, so hann gjørdist kaldur og fekk lungnabruna og doyði? Tað heldur ein Madador-kennari sambært heimasíðuni hjá Danmarks Radio
Enn hyggja baði danir og føroyingar trúliga eftir sjónvarpsrøðini Madador, sum í allan vetur hevur gingið á DR.
"Óhepni" deyðin hjá Andersen lærara
Tey bæði Misse Møhge og Fredrik Andersen, lærari, giftist tá bæði eru komin til árs og á sjálvari brúðarnáttini hendi tað, sum gjørdi at Andersen lærari seinri andaðist av herviligari krímsjúku.
Sambært frágreiðingini hjá enkefru Misse Møhge, gjørdi Andersen lærari "tilnærmelser" í brúðarsongini og var nærgangandi beint undir myndini av sjálvari frú Fernando Møhge, sum var mamma Misse.
Eftir hesa skelkandi hendingina greiður enkefrue Misse Møhge frá, at eftir at hava gjørt seg inn á hana fór lærarin út á altanina at svala sær á, og tá gjørdi brúðurin ikki mætari enn at læsa hann úti.
Soleiðis kom Andersen lærari at standa alla brúðarnáttina á altanini, einans íklæddur náttklæðir og tá hann ímóti morgni slapp inn aftur var hann púra fyri ongum av at staði úti í kuldanum. Seinri doyði hann av krímsjúku, sum hann fekk av at standa alla náttina á altanini.
Nú vil ein Matador kennari verða við at orsøkir eru til at ivast í frágreiðingini hjá Misse. Les meira her