Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dýrindal aftur KG á bógvin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.05.2018 - 12:53 Myndarøð Tíðindi

Tað eru teir fimm, Ísak Petersen, Tummas Anthoniusen, Símun Grúkaskarð, Leon Petersen og Erling Petersen, ið nú hava keypt Dýrindal, ella Karin, sum trolbáturin hevur verið nevndur seinastu árini. Dýrindal er bygdur á Íslandi í 2002 til Haraldsundar. Seinni seldur til Suðuroyar har hann var í eini trý ár ella so, men bleiv so aftur seldur til Hvalvíkar, har hann hevði heimstað nú, Dýrindal aftur er seldur til Klaksvíkar.

Ísak Petersen, ið er ein av eigarunum sigur, at teir eru tríggir vandir sjómenn, ið hava keypt og at teir hava gott mót um, at hetta skal fara at bera til.

Báturin er eftir umstøðunum í góðum standi, men her krevur ein hond at takast í her og har. Vit hava ætlanir um at verða klárir tá fiskiskapurin byrjar á landleiðini umleið 20 í hesum.

Sum sær út frameftir, so sær eitt sindur spennandi út, tí fiskifrøðingarnir siga frá góðum líkindum fyri fiskiskapinum og tað sama halda vit, sum hava fingist við fiskiskap við Føroyar í mong ár. “So, jú, hetta skal nokk fara at ganga”, leggur Ísak Petersen afturat.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið