Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bulgarskt kvinnukór úr Keypmannahavn vitjar í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.06.2018 - 20:22 Mentan Tíðindaskriv

Kvinnukórið Usmifka vitjar í Føroyum hin 20.-24. juni og fer at hava tríggjar konsertir í samstarvi við millum onnur Vágakórið og KATA

Orðið ’usmifka’ er bulgarskt og merkir ”smíl”, men er samstundis eisini heitið á einum kvinnukóri úr Keypmannahavn, ið hevur spesialiserað seg í bulgarskum kórtónleiki. 

Við sær á ferðini hevur kórið bæði gamlar bulgarskar fólkasangir, modernaðar útsetingar og heilt nýggjan norðurlendskan kompositiónstónleik, ið ongantíð áður hevur verið framførdur í Føroyum.

Fyrst og fremst verkið ”Isgrejalo Slunze”, ið er skapað við útgangsstøði í einum bulgarskum fólkasangi. Skrivað verkið hevur unga tónaskaldið, Mette Nielsen (1985), sum eisini sjálv syngur sopran í Usmifka.

 

Øðrvísi taktsløg og arabiskir tónastigar

Ljóðið av bulgarskum kórtónleiki er heilt sermerkt. Klangurin er metaliskur, og har verður fyrst og fremst sungið í fullregistari, og oftani í arabisktljóðandi tónastigum, og í dissonerandi tónabilum (intervall).  Samanumtikið kann úttrykkið sigast at vera ekspressivt og tónleikaliga fjølbroytt.

Sangirnir eru um kríggj og kærleika, um dreymir og vónir menniskjans, og um lívsins bæði tragisku og komisku kor. Kórsatsirnir eru bæði vakrir, temperamentsfullir, og ævintýrligani litfagrir, og bjóða inn til alt frá tárum til látri.

 

Bindiliðið er føroyska Katrina Petersen

Kórleiðari hjá Usmifka, føroyska Katrina Petersen, er ítøkiliga bindiliðið millum bulgarsku, donsku og føroysku mentaninar, ið verða umboðaðar á konsertunum. Eisini er hon bindiliðið millum kvinnukórið Usmifka, Vágakórið og KATA.

Katrina byrjaði nevnliga í sínari tíð upprunaliga sum sangari í Usmifka í Keypmannahavn, áðrenn hon seinni gjørdist kórleiðari hjá kórinum. Eisini var Katrina við til at byrja vokalbólkin KATA, tá hon búði í Føroyum í 2007, líkasum hon eisini í einum longri tíðarskeiði hevur virkað sum undirvísari og kórleiðari hjá Vágakórinum.

KATA byrjaði í høvuðsheitum við at syngja bulgarskan kórtónleik, men hevur síðan ment sína sangskrá til eisini at innihalda eina rúgvu av aldargomlum skjaldrum, vísum og kvæðum, sum eru útsett fyri kvinnurøddir. Í 2016 gav KATA út fløguna Tívils døtur.

 

Tríggjar konsertir í viku 25

Kvinnukórið Usmifka hevur tríggjar konsertir á síni Føroyaferð:

 

·      Hósdagin 21. juni kl. 19.30 í Mi∂vágs kirkju saman við Vágakórinum (ókeypis)

·      Fríggjadagin 22. juni kl. 22.00 í Blábar i Tórshavn (ókeypis)

·      Sunnudagin 24. juni kl. 14.00 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn saman við vokalbólkinum KATA (atgongumerki 120,-).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum
Stenberg hitt Zelenskyy í Kyiv
KÍ v SJK: Ung og eldri farin í sving