Lýsing
Lýsing
Lýsing
Atlantic Airways hevur fingið limaskap í altjóða vinnufelagsskapinum fyri flogfeløg, IATA. Fv. Marius Davidsen, fíggjarstjóri, Jóhanna á Bergi, stjóri, Ioannis Mavroeidis og Ksenia Zissow frá IATA. | Mynd: Pætur Rasmussen

Atlantic Airways fingið IATA limaskap

SKRIVAÐ: Atlantic Airways  |  14.06.2018 - 11:40 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Atlantic Airways hevur júst fingið limaskap í IATA (the International Air Transport Association). IATA er ein vinnufelagsskapur fyri flogfeløg, og í løtuni eru uml. 290 flogfeløg umboðandi 117 lond limir í felagsskapinum. T.e. uml. 82% av allari flogvinnu í heiminum.

Høvuðsendamálið hjá IATA er at verða fremst í virðisskapanini av trygd og burðardyggari flogvinnu. IATA umboðar, ráðgevur og stendur fyri leiðbeiningum og standardum til vinnuna.

Atlantic Airways fegnast um limaskapin, tí við limaskapinum fær felagið atgongd til eitt altjóða netverk, sum gevur nýggjar møguleikar fyri at samstarva við onnur flogfeløg, soleiðis at Atlantic Airways røkkur enn longur út í heim.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…