Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Rationella menniskjað, ella: Úlvar ganga leysir í Danmark

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  25.06.2018 - 07:26 Bloggur Tíðindi

Sum menniskju halda vit, at vit eru so klók í mun til djórini, ið bara fara til verka per instinkt. Vit menniskju halda, at vit handla rationelt. Vit hugsa okkum um, áðrenn vit tosa ella fara til verka. Men lítur tú at mannaættini, so eru vit við øllum okkara vísdómi, í veruleikanum rættuliga órationellir skapningar, og hugsa, tosa og fara mangan til verka í blindum., uttan at hugsa okkum um, ella bara av gomlum vana.

Danir eru á gosi, tí einir átta ella tíggju úlvar ganga leysir í Jútlandi. Danir tora nóg illa út fyri dyr, av ótta fyri at verða álopnir av úlvum, hóast tað er alment kent, at úlvar ræðast fólk. Bóndirnir eru sjálvandi heldur ikki fegnir um úlvarnar, ið hava gjørt seg inná kríatúr, og málið verður viðgjørt á hægsta støði.

Men, samanborið við allar tær vanlukkur okkara elskaðu hundar fremja hvørt ár, so eru úlvarnir lýtaleys góðdýr. Tað eru umleið 350 skrásettar arbeiðsvanlukkur um árið, har hundar eru beinleiðis orsøk - umframt bit, ið ikki verða skrásett, ella álop á onnur djór. Men kortini so elska fólk hundarnar og óttast úlvarnar, ið sjáldan ella aldrin leypa á fólk.

Vespurnar og onnur líknandi kykt eru mangar ferðir vandamiklari enn úlvurin, og onkrar av teimum kunnu enntá stinga fólk til deyðis, men tey ræða okkum kortini ikki frá at ferðast úti í náttúruni – tíbetur. Og so gera hesi kyktini jú eisini stóra nyttu, hóast vit halda tey vera forargilig, og vita, at tey kunnu elva til álvarsliga sjúku ella deyða.

Tey munnu vera fá, ið eru bangin fyri at koyra í bili ella bussi úr Tórshavn vestur á flogvøllin, meðan tey ikki eru so fá, ið óttast fyri at fara á flog – og, tað hóast vit vita at tað er nógvar, nógvar ferðir tryggari at ferðast í luftini enn eftir vegunum.

Vit vita til dømis fullvæl, at tubbak er ein hin størsta hóttanin móti fólkaheilsuni, og vit kenna øll fólk, ið antin eru vorðin sjúk av, ella sum eru deyð í úrtíð av tubbaki, men vit roykja kortini. Tubbak er somuleiðis ein góð inntøkukelda fyri samfelagið, hóast tubbakssjúkurnar sanniliga eisini kosta samfelagnum nógv. Um tubbakið bleiv uppfunnið í dag, so høvdu heilsumynduleikarnir, við tí kunnleika vit nú hava, heilt víst bannað frammleiðslu og sølu orsakað av skaðiligum hjáárinum.

Vit vita, at eitt ávíst procenttal av fólkinum eru genetiskt disponerað til at blíva alkoholikarar, og at ovurnýtsla av alkaholi, sum tó ikki altíð kann definerast sum alkoholisma, eisini kann hava stórar heilsu- og samfelagsskaðiligar fylgjur. Men, vit loyva kortini framleiðslu og sølu av alkoholi, tí okkara mentan sigur at tað er í lagi, og tí tey flestu kunnu njóta alkahol, uttan trupulleikar.

Skattainntøkurnar frá alkoholi eru eisini eitt gott ískoyti til fígging av tí almenna, sjálvt um alkaholskaðar eisini kosta samfelagnum dýrt. Og forboðstíðin í USA hevur lært okkum hvat forboð bar við sær av mafia- og bandakriminaliteti og smuglaríi. At seta totalt bann móti framleiðslu og nýtslu av rúsdrekka, ber eftir øllum at døma ikki til. Men, tað er heilt vist, at um alkohol bleiv uppfunnið í dag, so høvdu heilsumyndugleikarnir, við tí kunnleika vit hava nú, bannað framleiðslu og sølu, orsakað av vandamiklum hjáárinum.

Nýliga hevur Canada loyvt góðkenda framleiðslu og sølu av hashi til privatnýtslu. Borgmeistarin í Keypmannahavn hevur leingi tosað um at loyva góðkendari framleiðslu og sølu av hashi til privatnýtslu, undir viðurskiftum líknandi einkarsølunum av rúsdrekka í hinum Norðurlondunum.

Orsøin til, at borgmeistarin ynskir loyvda og lógliga framleiðslu av hashi er at fyribyrgja tí øgiliga kriminaliteti, ið stendst av ólógligari hashsølu, og fyri at brúkararnir skulu vita, hvat tað er fyri ein vøra, tey keypa. Í løtuni veit ongin, hvussu hashið er framleitt, hvørji ískoytisevnir verða koyrd í vøruna, ella hvussu sterk ella veik vøran er.

Marknaðurin er svartur, ólógligur og óivað eisini í mongum førum heilsuskaðiligur, tí ongin veit hvat tað er tey keypa ella roykja – tey kønu halda, at summir frammleiðarar koyra evnir í hashið, sum ber við sær at fólk fáa tørv á sterkari rúsandi evnum. Stutt sagt, alt er í stríð við alla lógliga marknaðarføring annars.

Kriminellu bandarnir tjena milliardir av svørtum skattafríum krónum av ólógligu søluni, sum dregur eitt óhugnaligt harðskapsumhvørvi við sær, sum hvørt ár kostar óteljandi mannalív orsakað av ovurnýtslu av ókendum og vandamiklum evnum, og eisini teimum skotbardøgunum, vit hoyra um alt ov regluliga.

Borgmeistarin í Keypmannahavn og onnur, ið eru fyri lógligari og skrásettari framleiðslu og sølu av hashi, hava ikki til endamáls at eggja dønum til at roykja alt meira av slagnum. Men hesi fólkini hava ásannað at minnst 500.000 danir nýta hash regluliga! Afturat teimum kemur kanska ein lítil hálv millión afturat, ið nýtur slagið av og á, tí er marknaðurin so stórur og lønandi; og tí er tað eisini vónleyst at royna at støðga ella banna søluni av hesum rúsevninum.

Men eftirsum at tað er loyvt at framleiða og selja rúsdrekka, har vit vita, hvat tað er, kundin fær, so halda hesi fólkini, at tað eisini átti at verðið loyvt at framleiða og selja hash eftir somu lógligu marknaðarreglum, har kundin veit júst, hvat hon/hann fær, og tann almenni kassin, ið evt. skal taka sær av teimum ið falla fyri misnýtslu, fær ágóðan av inntøkuni av hesi søluni, heldur enn bara bandakriminellir myrkamenn, ið skúma fløtan og kúga sínar undirsáttar við ósømiligum harðskapi.

Men fólkatingspolitikarnir ræðast úlvin, og tora ikki at loyva eina tílíka skipan. Í einum landi, har sekstan ára gomul hava loyvi til at keypa rúsdrekka, og tað fæst í hvørjari kiosk, er tað neyvan rationella menniskjan, ið sýtir fyri lógligari og skipaðari framleiðslu og sølu av hashi, heldur enn einum ólógligum, hákriminellanum svartamarknaði, við evnum, sum onki eftirlit er við, og har partur av milliardavinninginum kannska verður nýttur til at fíggja útlendskar terrorbólkar.

Persónliga havi eg ikki tikið støðu í málinum, men spyrji bara: Hvar er logikkurin? Samfelagið hálvavegna góðtekur svørtu og ólógligu søluna, orsaka av sterku marknaðarkreftunum, men torir kortini ikki at líta úlvin beint í andlitið við at skipa fyri lógligum viðurskiftum, og gera enda á bandakriminalitetinum og teimum svørtu milliardunum. Tað sigst, at tað vandamiklasta av øllum, tað er at renna undan úlvinum, tí tá loypir hann á.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…