Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brynhild Thomsen: - Nú er tagt ov leingi

SKRIVAÐ: Brynhild Thomsen  |  29.06.2018 - 07:45 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Fyri kortum sendi meginparturin av journalistunum á tíðindadeildini í Kringvarpinum eina átalu til leiðsluna á stovninum, tí vit ikki kundu livað við, at stjórin dulnevnt skrivaði á vp.fo, har hann endurgav seg sjálvan fyri ikki at hava nakra viðmerking.

 Vit vístu til fínu etisku leiðreglurnar fyri okkara fak, brúktu orð sum reiðiligheit og settu stjóran á høgu moralsku vágskálina. Stýrið vigaði hann á henni og fann hann ov lættan.
 
Somu etisku standardkrøv eiga sjálvandi at galda fyri okkum journalistar og okkara leiðara, sum vit krevja av øðrum – alt annað er hykl.
 
Og hykl er tann smakkurin, sum brennur súrur í munninum á mær og mongum av mínum starvsfeløgum í hesum døgum.
 
Tí uttan mun til, at næstan øll starvsfólkini í Kringvarpinum ikki eiga allarminsta lut í hevndarmettaðu maskeraduni, sum í mánaðir hevur verið koyrd av keldustýrda Miðlahúsinum sum pennaførara, men bara royna at gera sítt arbeiði so væl, sum til ber, so skerst ikki burtur, at skitturin spruttar uppá sjálvt tey fólkaligu og fakliga reiðiigu. Um tey – vit - ikki siga frá. Tað hava fólk eisini gjørt í ólukkumát, innanhýsis, tí tað sømir seg jú best, men nú er støðan so álvarslig og endaleysa syndarlig, at talast má at alment eisini.
 
Persónliga varnaðist eg, hvussu vandamikil støðan var á Aktueltdeildini, tá eg upplivdi, at kritikkur av ávísum framleiðslum var bannaður. Hvussu so fakliga relevantur kritikkurin kundi vera, - spurnartekn við keldustýring, við vinkling, tendensiøsan grafikk, manglandi alternativ sjónarmið í mun til vald narrativ o.s.fr. -, ja, so varð kritikkur móttikin sum ein deyðssynd av tíðindaleiðsluni. Og slíkar verða hevndar.
 
Hetta var regimið, sum nýggi stjórin trein inn í, tá hann seint í fjørsummar skuldi royna seg. Hann vildi og kravdi at fáa sjálvkritikk á skránna, men – sum nevnt – tað var ein deyðssynd, og deyðssyndir skulu ikki bara steðgast, tær skulu hevnast.
 
So byrjar Sosialurin at skriva tema um orrustu í Kringvarpinum. Ikki um fakleysu spennitroyggjuna, sum journalistar vóru kroystir í, ikki um brutala leiðslu ella mismun, men um kæruskriv, sum deildarleiðarin hevði sent um stjóran, tí ”kritiski og óhefti journalistikkurin í Kringvarpinum” skuldi vera í vanda av nýggja stjóranum.
 
Kreppufundir vórðu hildnir, og sum amen í kirkjuni, og sum sat Barbara Holm mitt í hølunum, skrivaði hon næstan samstundis um, hvat bleiv sagt á in.fo. Av øðrum partinum. Av tí lítla eirindaleysa minnilutanum á tíðindadeildini í Kvf, sum stýrdi redaktionellu leiðsluni í Miðlahúsinum, sum ikki fekk verið til av bergtøku um at hava moldvørpur innanhýsis og tí kritikkleyst lat seg keldustýra. 
 
Nú næstan eitt heilt ár er farið við hesi enn aktuellu tragikomediuni, og nú Mentamálaráðið skal koma við sínum endaliga dómi, um Lilljan Weihe eigur tíðindaleiðarasessin, koma faklig samhugafjarrit úr Íslandi. Á tremur við faktuellum feilum og ákærum móti meginpartinum av journalistunum í Kringvarpi Føroya, sum skal eitast at vera óreiðiliga stýrdur av stjóra og stýri, og sum einans Liljan Weihe kann bjarga upp á turt aftur. Ein íslendskur journalistur á RÚV er avsendari, ein, sum bara hevði Liljuna Weihe og Jan Lamhauge sum føroyskar journalistavinir á facebook.
 
Nú yvirskriftirnar í Norðlýsinum og á vp.fo geva almenninginum, sum vit eiga at tæna, og sum rindar okkara livibreyð, og sum hevur rætt til eitt vælrikið Kringvarp Føroya, eina fatan av, at vit øll kringvarpsfólk leka, konspirera, skriva dulnevnt og annars fyrilitarleyst leska okkara egnu maktambitiónir, er stundin komin alment at tala at.
 
Kann vera, at hesi fáu fólk, sum kunnu teljast á einari hond, heldur vilja brenna Kringvarpið í grund enn at viðurkenna egin mistøk og taka í egnan barm. Men tað eiga tey ikki at sleppa. Tá leiðslan ikki kann geva reytt kort, so er so lítið annað at gera hjá okkum í fabrikkini enn at siga, at tað verður so ikki í mínum navni.
 
Kringvarp Føroya er alt ov virðismikil mentanarstovnur til, at vit kunnu lata nakrar fáar narcissistar oyðileggja tað.
 
Brynhild Thomsen, journalistur

Lýsing
Seinastu tíðindini
STYRKILYFTING: Rógvi Sørensen vann steyp…
Seinastu dystirnir fyri jól
Loynifundur á Strondum
Býráðslimur fegnast um góðu gongdina
Veðrið restina av degnum og í nátt
Pætur Petersen og Joseph Michael William…
Røða hjá Mercedis til lands­fundin 2024
Komandi útgjøld úr Samhaldsfasta eru ikk…
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ í 2024
Stórt tiltak í Ítróttarhallu­num í Klaksv…
Silas Gaard til 07 Vestur
Skeiv tøl eru brúkt í greining um Russla…
Studni hevur ikki tøl fyri lesandi í Dan…
Goodboys á OY Voxbotn  
Skipar Hansen's Romm er fyrsta føroyska…
Flyta tey ungu lesandi av landinum?
Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiði…
Forn sigling
Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksv…