Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eftir mínum bestikki, fer at síggja umleið soleiðis út í Gundadali í annaðkvøld. | Mynd: Myndin er funnin ónevnd á google

KÍ – Zalgiris í lítlum vindi

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.07.2018 - 11:16 Tíðindi Veðrið

Í morgin leikar KÍ fyrra dystin ímóti Zalgiris á ovara vølli í Gundadali. Veðrið hevur nokkso nógv at siga, og hyggjandi eftir veðurkortum hetta til annaðkvøld, so fer ættin at vera ímillum landsynning og sunnan í dag. Vindferðin lítil – um teir 5 metrarnar um sekundið.

Í nátt fer ættin at skifta ímillum útsynning og vestan, og soleiðis verður allan fyrrapartin og seinnapartin og tíðliga um kvøldið, meðan dysturin er.

Vindurin er ætlandi ikki nógvur, meðan dysturin er, 5 m/s ella minni.

Einki brúgvalag kemur framvið í morgin, men luftin, sum kemur vestaneftir, er slavin, bert eitt lítið lyft skal til fyri at fáa úrdrátt.

So veðurforsøgnin fyri dystin í annaðkvøld eru, at tað verður 3 til 5 m/s úr útsynningi-vestri, skýggjað og møguliga løtur við sirmi. Hitin fer at liggja um 10 – 12 stig.

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…