Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Er Bárður Nielsen vaknaður við kaldan dreym ?

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.  |  10.07.2018 - 16:53 Politikkur Tíðindaskriv

Sum ketta úr høvdatrogi lovar Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin nú, at vit skulu fáa eina nýggja pensjónsskipan, har ið tað loysir seg at arbeiða, tað skal henda, tá ið hann og Sambandsflokkurin kemur til valdið.

Hetta ljóðar sum ein góð summarsøga, nú politiska skipanin heldur summarfrí. Sum øllum kunnugt var samrátt við Sambandsflokkin um pensjónskipanina, í mánaðir og aftur mánaðir, tá varð onki uppskot um at tað skuldi loysa betur at arbeiða hjá pensjónistunum. Ei heldur tók Sambandsflokkurin ráðini frá Magna Laksafoss til sín,  tá ið pensjónsskipanin var til viðgerðar í løgtinginum, at tað er nú tað er grind og tí er tað nú, ein skal gera sína ávirkan galdandi á komandi pensjónsnýskipanina. Kanska Sambandsflokkurin nú er vaknaður við kaldan dreym.

Tað einasta uppskotið, ið sambandsflokkurin tvíhelt um, var at hækka grundarupphæddina upp á støðið ið hon varð í 2015. Vit royndu at møtast á miðjuni og skutu upp, at hon hækkaði við 250 kr, umframt batarnar ið eru í nýggju pensjónsskipanini, hetta vrakaði sambandsflokkurin. Samstundis var spurningurin um haldføri tað ið teir mest tosaðu um, hóast júst uppskotið um at hækka grundarupphæddina aftur, uppá sikt versnaði haldføri við eini 100 milliónum.

Pensjónsskipanin ið Sambandsflokkurin ikki vildi verða við til, ger tað munandi meira lønandi at arbeiða hjá komandi pensjónistum, sum talvan niðanfyri vísir :

 

 

Spell at Sambandsflokkurin ikki tók kjansin meðan hann var har, og royndi at ávirka pensjónsnýskipanina. Tað fyrikemur mær heldur margháttligt, nú at  borðreiða við summarsøgum, um alt tað góða, ið Sambandsflokkurin vil fremja, eftir at pensjónsskipanin er sett í verk og aftaná at hann hevur ligið sjóvarfallið av sær.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja