Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Phil saman viđ Marjun Kalsø og Veru Larsen | Mynd: Jóannes Poulsen

Mjølnir sett leikandi venjara

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.07.2018 - 17:02 Ítrottur Tíðindi

Philip Freere verður venjari hjá Meistaradeildini hjá monnum og samstundis høvuðsvenjari í ungdómsdeildini hjá Mjølni.

Leiðslan í Mjølni hevur verið í gongd við fyrireikingarnar til komandi kappingarár í eina tíð. Ein partur er venjaraspurningurin og ein annar partur snýr seg um, hvørjar leikarar felagið hevur at ráða yvir. Mjølnir hevur sett ein útlendskan leikandi venjara, sum kemur at hava ein týðandi leiklut í felagnum komandi ár.

Philip ella Phil, sum hann verður kallaður, er 21 ár og er ættaður úr Melbourne í Australia. Hann hevur leikt professionelt í Danmark, Fraklandi og Ísrael. Og komandi kappingarár leikar hann fyri besta mansliðið hjá Mjølnir.

– Nevndin ynskti at styrkja um alt felagið, og tað meta vit, at Phil kann hjálpa okkum við. Fyri tað fyrsta er hann ein góður leikari og fer at styrkja um okkara besta manslið. Harnæst fer hann at leggja venjingarnar til rættis í ungdómsdeildini, saman við øllum okkara dugnaligu og eldhugaðu venjarum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Mjølni.

– Eg haldi at hetta er ein fantastiskur møguleiki at hjálpa við at lyfta felagið fram. Eg havi leikt í Danmark fyrr og eg elski skandinaviska lívsstílin. Við at koma til Klaksvíkar, so fái eg sameint hesi bæði og tað er eri eg sera fegin um. Øll kring felagið hava tikið so væl ímóti mær og Klaksvík er eitt tað vakrasta staðið eg havi sæð, so hetta er perfekt, sigur Phil við Norðlýsið.

Landskappingarnar í flogbólti byrja í oktober, og uppstarturin byrjar fyrst í august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Lýsing