Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppboðssølan av veiddum fiskið einki virið í veruleikanum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.07.2018 - 13:26 Politikkur Tíðindi

Hóast lóg um umsiting av sjófeingi áleggur, at í minstalagið 25% av veidda fiskinum skal bjóðast út á almennari uppboðsølu er veruleikin tann, at ásetingin í lógini ongan týdning hevur og tað váttar stjórin á FIskamarknaði Føroya, Høgni Hansen, eisini.

Í lóg um umsiting av sjófeingi stendur soleiðis:

 
§ 50. 1) Í minsta lagi 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, gjørd upp fyri tíðarskeið, sum landsstýrismaðurin ásetir, skulu bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Undantikin hesi treyt er veiða av rættindum keypt á uppboðssølu, sambært §§ 14-18.

Sum login er orðað hevur hon ongan týdning, tí sambært lógarteksinum er ikki neyðugt at selja fiskin um uppusøluna. Lógin krevur einans at fiskurin verður bjóðaður út

Norðlýsið skilir at nú ringja skip til Fiskamarknað Føroya, og áseta sjálvur ein minstaprís á fiskinum.
Tá teir hava gjørt hetta eru lógarkrøvini í nýggju fiskivinnulógini uppfylt, og eingin kann krevja at teir veruliga selja fiskin um uppboðsøluna.

Tískil er als ikki neyðugt at skip selja fiskin um uppboðsøluna, men kunnu sum áður selja alla veiðuna til virki, sum eigur í bátinum ella til tann tey sjálvi ynskja.

Stjórin á Fiskimarknaði Føroya váttar stóra holið í lógini
Tað er rætt skilt at lógin um sjófeingi sigur, at skipini skulu bjóða út íminstalagið 25% og at tað er ikki neyðugt at selja.
Tað síggja vit tíverri í ein ávísan mun.
Vit hava ikki gjørt nøkur hagtøl um hvussu nógv er bjóða út, men ikki selt, skrivar Høgni Hansen í teldubrævið til Norðlýsið í morgun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…