Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Gabardinufrakkar á plenuni

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  24.07.2018 - 18:08 Bloggur Tíðindi

Í fleiri ár vóru tað í skúlanum í Klaksvík árgangir, har ongi, ella bara nøkur fá børn høvdu bæði foreldrini úr Klaksvík.  Klaksvíkin var ein innflytarabygd burturav, men flestu tilflytararnir mundu kenna seg hampiliga væl í Klaksvík, tí fleiri av teimmum blivu klaksvíksingar við stórum K, hóast tey neyvan gloymdu sín uppruna. Føroyingurin hevur altíð ferðast hagar, tað bar til at liva.

Hóast pápi mín var fuglfirðingur við stóra F, so var hann eisini klaksvíksingur við líka so stórum K. Hann livdi jú størsta partin av æviskeiði sínum í Klaksvík, og sum føroyingar tá, so visti hann, at ein átti at vera takksamur fyri at liva í einari bygd, har arbeiði var til flestu hendur, og har tað bar til at syrgja fyri sær og sínum. Og soleiðis vóru mangir ”ektaðir” klaksvíksingar, og mangar ”býarmyndir” als ikki úr Klaksvík, men sum høvdu gjørt Klaksvíkina til sína bygd og sín bý.

Hvussu nógv av fótbólti, ið pápi mín hevði við sær úr Fuglafirði í 1920’unum, veit eg ikki, men hann bleiv í øllum førum KÍ’ari burturav. Spældi KÍ á heimavølli, so var hann har. Og mannligu áskoðararnir tá høvdu eisini sín fótbóltsbúna! Teir flestu høvdu kepp á høvdinum, nakrir høvdu hatt. Allir vóru í blankt pussaðum svartaskóm, myrkum klædningi, slipsi OG gráligum ella brúnligum gabardinufrakka. Teir sóu næstan eins út allir samlir. Og soleiðis var støðan, inntil hitt – eftir klimanum – meira skilagóða plaggið, úlpan, helt sína innrás.

Tað var ikki lætt at vera barn tá, tí sum longu nevnt, á plenuni sóu allir menninir eins út.  Og skuldi tú plága pápa tín eftir einum 25-oyra til ein ís frá Hans, so var ikki lætt at vita, hvat gabardinuvel tú skuldi hiva í. Tí sæð úr neðra frá einum fýra, fimm ella seks ára gomlum, so sóu teir enn meira eins út: blankir skógvar, myrkar buksur (nýpressaðar!) og so gabardinuvelið, ið tyktist røkka heilt til himmals.

Eg minnist einaferð, eg ætlaði mær ein ís, at eg gekk aftanfyri menninar og studeraði gabardinuvelini. Menninir sparkaðu og gyppaðu líka so nógv, sum mennirnir á plenuni, og veipaðu við ørmunum.  Knappliga sá eg ein mann aftanífrá við stórum svørtum hondum, júst sum tjøru- og bikahendurnar hjá pápa mínum, og eg hivaði í gabardinuvelið fyri at gera vart við meg.

Men AK! Eg gjørdi hetta júst sum tað miseydnaðist hjá KÍ at skjóta ein avgerandi bólt í málið hjá TB – og so var tað ikki eingong pápi mín! Men ein, ið bað meg ríða so langt, at eg tori ikki at endurtaka tað her (hann var ikki suðuroyingur kortini).

Eg minnist sjáldan ella aldrin detaljur um fólbólt, men eg minnist, at tað snúði seg um TB, tí eg hevði hoyrt so nógv um sjúkuna TB heimanífrá og um Sanatoriið, og skilti ikki hvat hendan ræðuliga sjúkan hevði við fótbólt at gera? Og hvussu nakar kundi kalla eitt fótbóltslið fyri tuberkulosu (TB)!?

Í staðin fyri at hyggja at tí, sum fór fram á vøllinum, gekk eg runt millum áskoðarnar og hugdi at fólki. Har vóru friðarligir menn, ið gingu amokk á plenuni, og rópaðu og sparkaðu, sum galt tað lívið. Onkur vildi vera við, at hesir mennir ræddust konurnar so illa, og vóru so undir tufluni, at fótbóltsdystirnir vóru einastu høvi, teir høvdu at rasa út.

Tveir áskoðarar minnist eg serliga, og teir vóru Kemmi Klakk, ið altíð hevði sín egna stól við, og sat sum ein tignarlig standmynd framman fyri Dansistovuna. Hann minti meg um Holger Danska í Reyðu Danmarkssøguni. Hin var Haldur Holm, ið var heldur lívligari við sínum herrópi: ”Hisa, husa hejsasa, nu skal HB hadada!!” Ella hvør tað nú var, ið skuldu hava ”hadada” tann dagin.

Nú ”Plenan” hevur fingið navnið Djúpamýra, minnist eg hvussu tað var at standa við eystara málið (tað nærmast KFUM&K), tá dysturin gekk sum harðast frammanfyri málinum. Vøllurin skalv og málstengdurnar ristust - ein væntaði stundum at plenan fór at skrædna og slúka allar spælarnar.

Um eg ikki tímdi allan dystin, og stakk av norðuraftur á Stengurnar, so bar til at fylgja við dystinum kortini, tí var ættin hin rætta, so hoyrdust øll ljóðini av plenuni um alla víkina. Gnístini og hvinini, tá á stóð, gallrópini um tað eydnaðist at fáa mál, og uuuuu’ini, um tað miseydnaðist.

Eg ivist ikki í, at tað eisini vóru kvinnur millum áskoðarnar á plenuni, tá eg var smádrongur. Men onkursvegna, so minnist eg bara menninar í gabardinufrakka, keppi ella hatti og blonkum svartaskóm. Men barnaminnið er jú rættiliga selektivt.

Fyrstu ferð eg minnist kvinnur og fótbólt, var einaferð eg var í Suðri við Hornorkestrinum og KÍ.  Vit fóru suður við Dragasundi ella Grunningi, haldi eg meg minnast, og blíðskapurin var óførur har suðuri.

Vit skuldu sjálvandi spæla í hálvleikinum, men undir sjálvum dystinum kom eg at standa millum nakrar eldri kvinnur (helt eg!), sum tóku dystin í djúpasta álvara, og róptu og skríggjaðu, sum eg aldrin hevði hoyrt makan til áður. Eg ræddist og slapp mær burtur, tí teirra munnheld var mær so fremmant og ógvusligt, at eg ivaðist ikki í at tær vóru í øðini, og kundu gera um seg. Men, eg uppdagaði tá avtornaði, at tær vóru so sjelablíðar kortini, og spurdu hvør eg var og hvaðani eg var.

Eg ørminnist eisini um, at tað var mestsum siður at fylgja splælarunum avstað aftur aftaná dystin. Tá var onki fast samband sunnudag, so spælararnir komu og fóru við leigaðum bátum.  Um eg ikki fari heilt skeivur, so hevði John Reid hug til at halda ”avskeðstalu” (fráfaringarrøðu) á kaiini ella á brúnni. Um lagi var blivið í so gott, kundu røðurnar eisini blíva í so langar! Men, John Reid hoyrdi bara til KÍ. Og tey fóru stundum eisini á støð, tá leikararnir komu aftur frá avgerandi dystum aðrastaðni, tí onkuntíð frættist ikki um úrslitið, fyrrenn leikararnir komu aftur.

Soleiðis fór mín fótbóltsungdómur!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…