Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjørn Kalsø spyr landstýrismannin um menningarkvotur

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin  |  07.08.2018 - 17:49 Lesarabrøv Politikkur

Nær fekk landsstýrismaðurin tilmælið um menningarkvotur frá tilmælisnevndini? Nær kann roknast við, at menningarkvoturnar verða tillutaðar? Hetta spyr Bjørn Kalsø landsstýrismannin í fiskivinnumálum

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um menningarkvotur, settur landsstýrismanninum ífiskivinnumálum Høgna Hoydal, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Nær fekk landsstýrismaðurin tilmælið um menningarkvotur frá tilmælisnevndini?
Nær kann roknast við, at menningarkvoturnar verða tillutaðar?
Hvørji eru tilmælini frá nevndini býtt á feløg, fiskasløg, nøgd og økir?
Fer landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum neyvt?
Um nei, hvørjar verða so broytingarnar býtt á feløg, fiskasløg nøgd og økir?
Hvørjar eru grundgevingarnar fyri møguligu broytingunum í mun til tilmælið?
Eru nýggir aktørar í fiskivinnuni millum teirra, ið fara at fáa?

 

Viðmerkingar:

Í nýggju lógini um sjófeingi, er heimild givin landsstýrismanninum at luta út 8,5 % av fiskinum, ið kann fiskast av føroyingum, í menningarkvotum.

Undir viðgerðini av lógini í Løgtinginum greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann í eini handavend, eftir tilmæli frá serfrøðingabólki, fór at tilluta menningarkvoturnar.

Men nú væl er liðið á árið, og tilmælið er latið frá serfrøðingabólki fyri tíð síðan, eru ongar menningarkvotur lætnar.

Mong hava tosað um politiska útlutan í sambandi við, at menningarkvoturnar skulu latast. Onnur um týdningin av, at aktørarnir í góðari tíð fáa kvoturnar, so fiskiskapur og framleiðsla kunnu leggjast til rættis og virðini gagnnýtast.

Á Løgtingi, 7. august 2018

Bjørn Kalsø

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…