Lýsing
Lýsing

Stóru vinnararnir gjørdust kvotabarónar í Vestmanna

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.08.2018 - 22:29 Politikkur Tíðindi

Vestmenningar, sum fyri fáum árum síðan seldu fimm skip við loyvum til Klasvíkar, fingu í dag nýggjar kvotur frá landsstýrinum púra ókeypis.

Fyrr í dag vóru nógv umrøddu økiskvoturnar útlutaðar av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og ein gjøgnumgond av feløgunum, vísir at landsstýrismaðurin hevur luta teimum, sum eru vornir rík av at selja veiðurættindi, stóran part av menningarkvotunum.
 
Fyri fáum árum síðan seldu vestmenningar fimm skip við veiðuloyvum norður til Klaksvíkar fyri 120 milliónir krónur. Teir seldu eisini onnur loyvi til aðrar aktørar og gjørdust við hesum sølum sera rík.
 
Men í dag hevur formaðurin í Tjóveldi gjørt av at geva somu persónum nýggj veiðirættindi, uttan at hesi skullu rindað eitt oyrað fyri tað. Tað er eisini vert at nevan at ein av hesum Vesmenningum, sum gjørdist rík av at selja veiðu veiðuloyvir til norðoyggjar, er fyrrverandi løgtingslimur hjá Tjóðveldi.

Kvotan, sum  landsstýrið nú letur vestmenningum er m.a. tikin frá sama reiðarríð í norðoyggjum, sum rindaði umleið 120 milliónir til kvotabarónarnar hjá Tjóðveldi í Vestmanna.


Meira um hetta í morgin
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin