Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kennskapur og starvssetanir

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  02.04.2013 - 18:06 Eldri tíðindi

Haldi ikki tað vera so løgið, at allir hesir av og á valdu sær fólk, sum teir kendu

Haldi ikki tað vera so løgið, at allir hesir av og á valdu sær fólk, sum teir kendu

Oftast kunnu vit ikki gera við, hvat vit hoyra og sjáldan, hvat vit síggja, men hvat vit senda víðari bæði í talu og á skrift, liggur vanliga í egnum hondum við álvarsligari ábyrgd. Tað, ið sagt verður, hevur mørk fyri, hvussu langt tað røkkur og fjarðar ofta út, sum tíðin fer, meðan skrivaða orðið verður standandi inn í framtíðina, og kann altíð bæði takast framaftur og afturíaftur.

Ígjøgnum tíðirnar hava hugtøkini, “hvør fær starv frá hvørjum”, “hvørja ávirkan hevur kennskapur”, “hvussu dygt telja ættarbond” og ikki minst “felagsskapir av øllum handa slagi”, ofta verið havd á lofti. Mangan hevur hetta fingið eina ómilda, og kanska ikki so sjáldan, órættvísa viðferð og ofta er persónliga tendensiøsa rákið sigandi.

Fyri kortum sást í donskum fjølmiðlum kanning frá Jobcentret, har arbeiðsleys royna arbeiðseydnuna, at yvir triðingur sum fekk arbeiði, komst av teirri orsøk, at tey “kendu onkran” ella “kendu onkran, sum kendu onkran”.

Í Føroyum t.d. hevur søgan víst, at tá skiparar biðja manning, hava t.d.bæði ættarbond, kennskapur og so sjálvandi, “hvør dugur er í manninum” , verið løgd sum kriteriir fyri, um maðurin verður biðin við.

Nógvar fyritøkur vóru í Klaksvík

Hyggja vit t.d. í Klaksvík, har nógvar fyritøkur vóru bæði í 1930unum og 1950unum, sum høvdu nógv fólk í arbeiði, fyri at nevna onkrar: Joensen & Olsen, J. J. Jacobsen, J.C. Isaksen, reiðararnir Vilhelmsen á syðradali, Símun D. Kallsoy, av Húsum og annars hópin av smiðjum og fyritøkum. Hóast Kjølbro var tann størsti, ja størsti í Føroyum, so var hann langt frá einsamallur. At tað onkuntíð finnast bond í starvssetanum er vanligt.

Haldi ikki, at tað er so løgið, at allir hesir av og á hava valt sær fólk, sum teir kenna, vita eru dygdarfólk og tóku fólk, sum teir spyrja nærri um.

Salling og Hoppe kendust

Netverk, sum tað nú eitur, er týdningarmikið. Tá eg las bókina hjá Herman Salling (Dansk Supermarked), tá hann var inni og tosaði við gamla A. P. Møller, um teir saman skuldu stovnseta eina størri handilsfyritøku 50/50%, segði A. P. Møller nei, tí hann helt ikki, at hann fór inn í bransjuna, tí teirra felag fevndi um shipping.

Henda dagin, tá Herman Salling fór út av skrivstovuni hjá A. P. Møller, var tað so, at hann til gongu steðgaði fyri reyðum ljósi. Her kemur ein maður fram á hann og spyr hann: “Er hetta ikki Herman Salling”? “Jú” svarar hann. Tað var Ivar Hoppe, sum var “høgra hond” hjá APM. Salling og Hoppe høvdu gingið sum ungir á kostskúla saman. Hann spurdi Salling, hvat hann gjørdi her. Hann greiddi so frá hvat, men Møller segði “nei”. – Hoppe segði við hann, ring aftur til mín í morgin”. Tá var fundur longu avtalaður við A. P. Møller. Her broyttist alt. Salling og Møller settu tá hesa “superfyritøku”, Dansk Supermarked, á stovn.

Soleiðis eru ofta rásirnar í menniskjalívinum lagdar.

Søgan í breiðastu merking er neyðug

At kennskapur og starvssetanir tíðum hoyra saman, er onki løgið, og soleiðis er tað um allan jarðarknøttin, uttan at gera hetta til nakað meiri enn tað, tað er. Ella í øðrum umfari at ein á ein løgnan hátt tekur sær ein serstakan rætt, sum næstan verður hildið, hann ikki hevur rætt til!

Umráðandi er tí, at tá søgan verður skrivað, at hon er breið, víðfevnd og so vítt gjørligt so objektiv skrivað, sum eitt menniskja við kenslum, í kjøti og blóði verður ført fyri at endurgeva hana, soleiðis at tað bæði tænir fólkinum, søguni sjálvari og øllum samfelagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni
Føroysk børn síggja og deila ólógligt se…
Daniel fór eisini til abba sín við steyp…
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Hálvir sannleikar og heilar villeiðingar
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru