Lýsing
Lýsing
Lýsing

HB ongantíð endurvunnið FM við sama venjara

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.01.2021 - 16:03 Eldri tíðindi Ítrottur Tíðindi

Siðvenjan í HB er, at tað loysir seg best at skifta venjara eftir eitt FM heitið. Royndirnar eru ringar við at halda fram við sama venjara.

(Grein fyrstu ferð løgd út í oktober 2013) HB hevur ongantíð í nýggjari tíð megnað at endurvunnið FM heitið við sama venjara.

 

Í 1984 og 1985 vann B68 FM heitið við John Kramer sum venjara. GÍ vann FM í 1993,1994 og 1995 við Jóhan Nielsen sum venjara. Men annars er tað ongantíð komið fyri, at sami venjari hevur endurvunnið eitt FM heitið við sama liðið í føroyskum fótbólti seinastu 30 árini. 

 

HB ringar royndir við sama venjara

Í 1988 vann HB FM heitið við Jóhan Nielsen. Árið eftir endaði HB nr. 2 við sama venjara, har munurin var stórur upp til B71 á fyrsta plássið. Í 1990 vann HB aftur FM heitið. Hesaferð við Jógvan Norðbúð sum venjara. Árið eftir endaði HB nummar 6 við sama venjara. So ganga 8 ár til HB aftur vinnur FM í 1998 við Ion Geolgau sum venjara. Árið eftir endar HB nummar 4 við sama venjara. Í 2002 er Ion framvegis venjari til 6 umfør eru eftir. Tá verður hann koyrdur. Jóannes Jakobsen og Kári Nielsen vinna seinastu 6 dystirnar og tryggja HB FM heitið. HB skiftur venjara til Frank Skytte og megnar at endurvinna FM heitið í 2003. Teir gera tað sama aftur og halda ikki fram við FM venjaranum. Og úrslitið er tað sama, tí við Heine Fernandez sum venjara í 2004 vinnur HB FM heitið fyri 3. ferð á rað við ymiskum venjarum. Heine Fernandez heldur fram í 2005 og tá verður hann koyrdur, tá 6 dystir eru eftir. HB endar kappingarárið sum nummar 2. Í 2009 vinnur HB FM heitið við Sámal Erik Hentze sum venjara. Hann heldur ikki fram árið eftir. Tá byrjar Kristjan Guðmundsson, men verður koyrdur. Julian Hansen tekur yvir og vinnur FM. Julian heldur fram í 2011, men verður koyrdur mitt í kappingarárinum og HB endar kappingarárið sum nummar 8. Og so er tað aftur í 2013, at HB vinnur FM.

(Dagført 4. januar 2021): Tá helt Oddbjørn Joensen ikki fram. Í 2018 vann HB FM við Heimir Guðjónsson. Árið eftir endaði HB nr. 4 við sama venjara. Síðani vann HB aftur FM í 2020 og leingi sá út til, at Jens Berthel Askou skuldi royna at broyta hagtølini, men hetta bleiv broytt í dag, tá hann fekk starv hjá AC Horsens í donsku Superliguni. Tað merkir, at HB skal verja FM við nýggjum venjara og sambært søguni, so er tað gott tekin. 

 

Hagtølini tala púra greitt(um síðstu 37 árini): HB endurvinnur ikki FM við sama venjara! Hyggja vit eftir øðrum liðum, so eru somu ábendingar. Tað er í grundini bara Jóhan Nielsen í GÍ, sum er undantakið. Tískil er einki sum bendur á, at HB hevur framt eina skeiva avgerð við at skifta venjara, hóast liðið vann FM heitið, um vit hyggja eftir royndunum hjá felagnum.

 

Tað finnast tó dømir um venjarar í HB, ið hava endurvunnið FM heitið, um vit fara meira enn 30 ár aftur í tíðina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja