Lýsing
Lýsing
Lýsing

Banknordik: Vit vilja Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.02.2014 - 19:28 Eldri tíðindi

Stjórin í Banknordik, John Rajani, sigur at tað er hugstoytt at lesa viðmerking frá býráðslimi at Banknordik ”ikki skal vilja Klaksvík”. Vit satsa júst uppá Klaksvík og Norðoyggjar og arbeiða seriøst við at byggja eina nýggja deild í Klaksvík; sum verður partur av byggingini hjá Bústaðir í nýggja miðbýnum. Hetta átti býráði at vita og tí skilji eg ikki ógrundaðu útsagnirnar!

Stjórin í Banknordik, John Rajani, sigur at tað er hugstoytt at lesa viðmerking frá býráðslimi at Banknordik ”ikki skal vilja Klaksvík”. Vit satsa júst uppá Klaksvík og Norðoyggjar og arbeiða seriøst við at byggja eina nýggja deild í Klaksvík; sum verður partur av byggingini hjá Bústaðir í nýggja miðbýnum. Hetta átti býráði at vita og tí skilji eg ikki ógrundaðu útsagnirnar!

Sambært stjóranum í Banknordik, John Rajani, arbeiðir bankin við ætlanum at byggja nýggja deild í miðbýnum í Klaksvík, og tí skilir hann ikki at formaðurin í sosialunevnd, Jóhan Lutzen, sigur at ”bankin vil ikki Klaksvík”.

- Vit hava havt eitt ítøkiligt samskifti við Bústaðir um at byggja bankanum nýggja deild í Klaksvík og gongur sum ætlað verða vit partur av nýggja miðbýnum í Klaksvík og er tað júst tí at vit halda Norðoyggjar verða eitt sera áhugavert øki og tí fara vit framhaldandi at verða sera virkin og sjónlig. Í løtuni arbeiða vit við at gera eina avtalu um verandi banka bygning sum vit vóna at selja ella langtíðarleiga. Men fáa vit onga avtalu um verandi banka bygning so verður hesin umbygdur og útbygd til tey krøv sum nútíðin setur, og talan er um eina stóra verkætlan sum kostar fleiri mió. kr.

- Verandi bankadeild er ikki tíðarhóskandi til tað sum Bankin ynskir at verða í Norðoyggjum í framtíðini.

Broytingin ávirkar ikki viðskiftafólkini stórvegis

Spurdur um tað ikki kemur illa við hjá viðskiftafólkum bankans at Banknordik eftir 1. Apríl ikki longur hevur kassa avgreiðslu í Klaksvík og Runavík, sigur John Rajani at hetta er ein stór misskiljing.

- Fyri viðskiftafólk bankans verður eingin munandi broyting við tað at tey eins og vanligt kunnu fáa ráðgeving og síni viðurskifti avgreitt í bankadeildini. Ynskir kundin at deildin skal avgreiða rokningar, so avleverar kundin ein brævbjálva við rokningum og so verða hesar avgreiddar. Ynskir kundin at taka út ella seta inn størri upphæddir av kontum pening ella fremmandum valuta, setur kundin seg í samband við bankan og ger eina avtalu um hetta.

- Men veruleikin er at tað eru sera fáar kontantkassa avgreiðslur í dag og veruligi tørvurin er sera avmarkaður og kann avgreiðast uttan trupulleika sum nevnt.

- At hetta skal gerast til eitt stórt politiskt mál er óskiljandi og sum sagt er tað sera hugstoytt at síggja útmeldingar sum at ”Banknordik ikki vil Klaksvík” tá vit í veruleikanum satsa uppá Klaksvík og seriøst eru í samskifti við baði Bústaðir og Klaksvíkar Kommunu um at byggja nýggja bankadeild í miðbýnum og eru harvið eisini beinleiðis við til at stuðla undir at skjøtil verður settur á bygging av nýggja miðbýnum í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi