Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg fegnist um, at Bank Nordik vil “satsa júst uppá Klaksvík”

SKRIVAÐ: Nordlysid  |  04.02.2014 - 18:22 Eldri tíðindi

- Eg fegnist um fráboðanina í Norðlýsinum, har John Rajani, bankastjóri, vegna Bank Nordik sigur, at “Vit satsa júst uppá Klaksvík og Norðoyggjar”, og spennandi verður at síggja, hvat hesar nýggju ætlanirnar ítøkiliga innihalda, sigur Jóhann Lützen, býráðslimur.

- Eg fegnist um fráboðanina í Norðlýsinum, har JohnRajani, bankastjóri, vegna Bank Nordik sigur, at “Vit satsa júst uppá Klaksvíkog Norðoyggjar”, og spennandi verður at síggja, hvat hesarnýggju ætlanirnar ítøkiliga innihalda, sigur Jóhann Lützen, býráðslimur.


Fyrrí vikuni siteraði Norðlýsið Jóhann Lützen, býráðslim, sum á facebook-síðu sínari skrivaði, at “tá BankNordik ikki tímur Klaksvík, hví skal Klaksvík so tíma Bank Nordik?”. Hesi orðfullu fyri bróstið hjá John Rajani, bankastjóra, sum í Norðlýsinum í gjárboðaði frá vegna bankan, at “vit satsa júst uppá Klaksvík og Norðoyggjar ogarbeiða seriøst við at byggja eina deild í Klaksvík”.


Vitvendu okkum aftur til býráðslimin fyri at fáa eina reaktión.


Hugaligt at frætta, atBank Nordik satsar uppáKlaksvík

-Eg fegnist um fráboðanina í Norðlýsinum, har John Rajani, bankastjóri,vegna Bank Nordik sigur, at “Vit satsa júst uppá Klaksvík og Norðoyggjar”, ogspennandi verður at síggja, hvat hesar nýggju ætlanirnarítøkiliga innihalda, sigur Jóhann, sum frammanundan ikki varð kunnaður um hesarætlanir.


-Tá ið eg hevði lisið fráboðanina frá bankastjóranum, spurdi eg meg fyri hjáøðrum býráðslimum, sum heldur ikki vistu um hesar ætlanirnar hjá Bank Nordik,so óivað er talan um eina nýggja ætlan hjá bankanum, og tað fegnast vitsjálvandi um.


-Seinastu árini hava vit upplivað eina sentraliseringstilgongd, har størvinikring landið so við og við eru fækkað, og tí er tað serliga hugaligt, at ein sostórur og sterkur banki alment boðar frá, at hann vil satsa upp á næst størstabýin í landinum, sum sjálvandi er ógvuliga nátúrligt.


-Hetta eru góð tíðindi, at bankin vil vera sera virkin og sjónligur her íkommununi, og tað verður  spennandi at frætta, hvussu henda satsing fer atávirka virksemi og starvsfólkatal, og hvørji øki deildin her fer at hava ábyrgd av, sigurJóhann Lützen, býráðslimur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…