Lýsing
Lýsing
Lýsing

Morten og Anja giftust beint norður úr Unstinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.03.2014 - 23:27 Eldri tíðindi

 Morten Muller Andersen er sonur Armgarð hjá Peter Juul í Klaksvík. Saman við unnustu síni Anu Dorow Johanning, løgdu tey ætlanir um at giftast á ferð teirra til Føroyar við Norrønu. Sum Norðlýsið skilir, so eru tey tey fyrstu, sum hava latið seg gift uborð á Norrønu. Vit fingu tó ikki hetta staðfest, tí ikki bar til at fáa fatur á skiparanum, Henrik Hammer, ið var maðurin sum gifti tey bæði.

Tað var brúgvin á Norrønu, sum var ramman um giftarmálið. Tey umborð høvdu riggað eitt "altar" til á brúnni, við ljósastaka, bíbliu, giftiringum og kasjetti. Morten hevði frammanundan avtalað við Smyril Line um ætlan teirra at giftast umborð, so skiparin hevði fyrireikað seg og fingið myndugleika til átakið.

Morten og Anja siga, at tey umborð á Norrønu vóru ótrúliga blíð, vit blivu uppgraderaði til eina sweetu og harafturat fingu vit kaffi á brúnni saman við skiparanum og øðrum seinni, um kvøldið, vóru vit gestir við døgurðaborðið hjá skiparanum. Afturat skipararnum Henrikki Hammer vilja vit senda eina serliga tøkk til Lassa, Mortan og Boga umborð á Norrønu, teir syrgdu fyri at vit fingu eina uppliving, sum vit ongantíð fara at gloyma.

Morten er sum sagt sonur Armgarð hjá Peter Juul, Armgarð er gift Karl Åge Andersen og býr niðri. Morten búði í Klaksvík í Vágstúni saman við foreldrunum í árunum 87 til 90. Tað var ein góð tíð, sigur Morten, eg hevði nógv saman við vinmonnunum Niels Bertholdsen, Arnold Joensen og fleiri, vit spældu bólt fyri KÍ gingu í fjøllunum og annað mangt.

Ídag arbeiðir Morten á Maersk Drilling í Noregi, fyri tíðina á Maersk Recher. Síðani er fór úr Føroyum havi eg millum annað verið í herinum og nú í oljuvinnuni, her eg havi arbeitt saman við fleiri føroyingum, tó er ongin føroyingur har eg eri beint nú. Anja arbeiðir sum sjúkrasystur á Sønderborg sjúkrahúsi, tey búgva bæði í Asserballe nær Sønderborg.

Tá eg spyrjið Morten hvussu alt hetta kom í lag, sigur hann við einum smíli, at tað var Anja sum vann eina ferð til Føroyar við Norrønu. Eg vildi eisini gjarna vísa henni Føroyar og tá vit samstundis høvdu tosað um í fleiri ár at giftst, so gjørdu vit av, at bar tað til at gera tað á ferðini, so skuldi tað vera nú. Tað bar til, og tað eru vit Smyril Line ógvuliga takksom fyri, tey vitstu næstan ikki hvørjum beini tey skuldu standa á tá vit bóru fram ynski okkara. Teir eru tveir skiparar á Norrønu, tað er tó mest Petur av Vollanum, skipara, sum eg havi samskift mest við um teldupost, men so bleiv tað altso hin skiparin Henrik Hammer, sum var umborð tá vit fóru við og sum tí gifti okkum, sigur Morten Muller Andersen at enda.


Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni